Seinnapartin var 1. viðgerð av tingmáli nr. 195/2010, uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2011, ið millum annað fevnir um 4 mió kr stuðul til langhylin í Vági. Orðaskiftið vardi í einar 2 tímar, harav 8 minuttir vóru um langhylin. Eyðgunn Samuelsen og Aksel Johannesen tosaðu um stuðulin til hylin var tekniskt ein løga. Helgi Abrahamsen var enn einaferð ógvuliga skeptiskur um verkætlanini, og vildi atkvødd ímóti stuðlinum, um tað var møguligt. Helgi helt, at verkætlanin ljóðaði órímiliga bíllig og setti spurngartekin við um SEV hevði nokk av vatni til hylin, um hvat hendir hvis fíggingin ikki røkkur, um landið verður blandað uppí rakstrinum og hví allar kommunurnar ikki eru líka stillaðar í slíkum stuðulsmálum. Jacob Vestergaard og Helena Dam á Neystabø svaraðu Helga, at eftir øllum at døma fer fíggingin at halda.
[Ljóðbrotið hevur eitt keðiligt ekkó, tí eg fekk ikki stillað ljóðkortið rætt]
Tag: Svimjihøllin á Oyrunum
Uppskot fyri Tingið um langhyl í Vági
Seinnapartin í dag hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri tingið, at landskassin skal játta fýra milliónir til ætlaða langhylin á Oyrunum í Vági. Løgtingið hevur samstundis samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgreiðast áðrenn Tingið fer í summarfrí. Og SEV hevur játtað langhylinum ókeypis avlopsorku frá Elverkinum í Vági, sum er nóg mikið til at halda hylin heitan. Lesið her á portal.fo.
Sjálvstýrisflokkurin vil hava lestrarpláss framum langhyl
Kári á Rógvi formaður í Sjálvstýrisflokkurin skrivar í grein her á sjálvstyri.fo og í Sosialinum í gjár, undir yvirskrift “Hvagar fer Pál”, um hví at hann er ímóti langhyli í Vági. Ella rættari, at hann raðfestir lestrarpláss framum at “tey ið kava hava ein djúphyl, ella tey ið syngja og spæla eina umvælda Silo”. Torført at finna høpi í tí sum hann skrivar, men eftir øllum at døma vil hann hava lestarpláss her heima til makarnar hjá øllum okkara úrmælingum úti í heimi, heldur enn at brúka pengar uppá ein sum longu er her.
“Skulu vit hava úrmælingar okkara heimaftur og fáa teir at skapa og skipa framtíð okkara og næsta ættarlið av úrmælingum, so mugu vit hava makarnar heim. Fyrst og fremst og ‘mest fyri pengarnar’ gerst hetta við at geva øllum føroyingum høvi at velja at taka allar vanligar útbúgvingar heilt ella partvíst í Føroyum.”
Fólksins rødd um langhylin í Vági
Kringvarpssendingin “Fólksins rødd” var herfyri í Vági, og tosaði tá millum annað við Jón Bjarnason um ætlaða langhylin á Oyrunum. Pál var sum ikki einaferð í hylinum.
Langhylurin í Vági er ikki bara til elituna
Brot her úr Degi & Viku í kvøld, um langhylin í Vági. Jón Bjarnason vil taka broddin av leysasøgunum um hylin, at hann er ov bíligur, og vísur hinvegin á at her er talan um veruliga økismenning.
Pál við hava greið boð frá politikarunum
Innslag her úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, um Pál Joensen. Tey eru í Vági og tosa við Pál, sum sigur at møguleikin fyri langhyli er ein ógvuliga týðandi faktorur í fyrireikingunum hjá honum til OL í London í 2012, og at hann tí noyðist uttanlanda um ikki langhylurin kemur skjótt.
Mentamálaráðið minkar ikki um nakað fyri ein langhyl
Mentamálaráðharrin Helena Dam á Neystabø segði beint nú í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya, at hon ikki veit hvar pengarnir skulu koma frá, til at stuðla Svimjihøllini á Oyrunum. Samgongan valdi ikki at seta pengarnar av á fíggjarlógini í desember, og teir fara so ikki at verða tiknir av nakrari ætlan hjá Mentamálaráðnum, tað veri seg til dømis av játtanini til Tjóðleikhús.
Landsstýrið hevur ikki enn funnið pening til langhylin
Kringvarp Føroya hevði nú á døgverða hetta prátið við Kaj Leo Johannesen løgmann og Aksel Johannesen fíggjamálaráðharra, um hetta at tey hava lovað 4 milliónir krónur til Svimjihøllina á Oyrunum. Tað vísir seg at veruliga arbeiðið hjá teimum er rættiliga lítið ítøkiligt enn, har løgmaður sigst hava sagt at “soleiðis sum eg síggi tað, vilja ráðini hjálpa til við at finna peningin”, uttan at Fíggjarmálaráðið tó enn hevur fingið nakra umbøn um pening.
ÚF-0303111220-um-pengar-til-langhylin by svimjing
Continue reading Landsstýrið hevur ikki enn funnið pening til langhylin
Landsstýrið samtykt at veita stuðul
Portalurin endurgevur her løgmann fyri at siga, at tað er samtykt á landsstýrisfundi í síðstu viku, at langhylurin í Vági fær fýra mió. krónur á næstu eykajáttanarlógini, soleiðis sum upprunaliga ætlað.
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga
Suðuroyingar taka í hesum døgum megnartak. Privatur felagsskapur hevur við stuðli úr allari Suðuroynni tikið seg saman at byggja fyrsta langhylin í Føroyum. Henda verkætlan er serstøk, ikki bara fyri Føroyar, men man vera eitt eindømi í øllum førum um okkara leiðir. Við nýhugsan innan bygging og orku hevur felagsskapurin staðið klárur at seta spakan í alt 2011.
Continue reading Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga