Tey fýra Elin Michelsen, Jógvan Esmar Ósa, Heri Jakobsen og Jákup Magnussen umrøða her langhylin í Vági, í útvarpssendingini Álvaratos hjá Kringvarpi Føroya, fríggjadagin hin 25. februar 2011.
Tag: Svimjihøllin á Oyrunum
Orðaskifti um langhyl í Løgtinginum
Høgni Hoydal hevði tveir munnligar fyrispurningar á tinginum í dag til Helenu Dam á Neystabø, har hann spurdi
- Hvørjar fyrireikingar og uppskot hevur landsstýriskvinnan gjørt í sambandi við at stuðla verkætlanini hjá einum áhugabólki í Suðuroy um ein 50 m hyl, sum skal liggja á Oyrunum í Vági?
- Nær fer landsstýriskvinnan at leggja eitt uppskot fyri Tingið um hetta málið?
Umframt Høgni og Helena komu Bill Justinussen, Bjørt Samuelsen, Mikkjal Sørensen, Bjørn Kalsø og Helgi Abrahamsen við viðmerkingum.
Munnligur fyrispurningur um langhyl 23022011 by Svimjing
Løgmaður stuðlar langhylinum í Vági
Kaj Leo Johannesen segði í tíðindasendingina á Rás2 í dag, at hann stuðlar verkætlanini í Vági, og at eitt uppskot um játtan til ætlaða stuðulin frá Landinum á 4 milliónir krónur kemur í Løgtingið í hesari vikuni. Hann sigur at úrslitini hjá Páli Joensen og øðrum føroyskum svimjarum eru so mikið góð, at við eiga at fáa ein altjóða góðkendan langhyl. “Tað hevði verið ein ótrúliga góð branding av Føroyum fyri ein sámiligan prís” , sigur Løgmaður. Lesið her á Portalinum.
Pál Joensen spyr Løgmann hvar stuðulin blívur av
Pál Joensen hevur her um dagarnar sent Løgmanni bræv, at spyrja hvar tær 4 milliónirnar blíva av, sum Landið eftir ætlan skuldi veita til langhyl í Vági. Landið hevði lovað Svimjihøllini á Oyrunum stuðul, síðuleypandi við at tey lovaðu Saltsiloini á Drelnesi langt meira stuðul … men er nú farið víðari við ætlanunum um at veita SALT verkætlanini stuðul, uttan at nevna orð ella ei um langhylin. Stóri spurningurin er nú, um politikararnir eru til at líta á, ella um Pál má rýma uttanlands at venja eftir summarferiuna.
Hylurin í Vági verður ikki bara til svimjing
Dennis Holm fyriskipari av Svimjihøllini á Oyrunum vísti mær herfyri á hesa grein á goal.com, um hvussu Manchester United spælarin Antonio Valencia uppá rekordtíð kundi venda aftur til fótbóltin, eftir okkurt tey kalla NASA “Water Torture” Treatment. Eftir ætlan skal høllin í Vági ikki bara verða úrvalsdepil til svimjarar, men eisini hava líknandi venjingarmøguleikar í hylinum, til alt frá úrvalsítróttarfólki til fólki við ovurfita, skaða, breki, eldri og illa gongdum fólki, og til fólk sum bara vilja røra seg.
Continue reading Hylurin í Vági verður ikki bara til svimjing
Altjóða svimjielitan áhugað í 50 m. svimjihylinum
Tíðindaskriv
Tað er ikki bara í Føroyum, at svimjarar bíða spentir eftir at verkætlanini við 50 m. svimjihylinum í Vági skal fara í gongd og klárt verður at venja. Elitusvimjarar úr bæði Norra, Italia og Íslandi er áhugir í at koma til Suðuroyar at venja, tá svimjihylurin er klárur.
[Íslendska og føroyska liðið á venjingarlegu í Canet, summarið 2010. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]
Continue reading Altjóða svimjielitan áhugað í 50 m. svimjihylinum
Kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin
Tíðindaskriv frá fyrireikarunum av Svimjihøllini á Oyrunum
Í oktober vóru fyrireikarnir av 50 m. svimjihylinum í Suðuroynni á fundi við allar borgarstjórarnir í Suðuroynni, har verkætlanin ”Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági” varð løgd fram.
Samstundis varð eisini latin kommununum umsókn um stuðul til verkætlanina. Søkt varð um 100 kr. pr. íbúgva í 2011 og somu upphædd í 2012, svarandi til umleið 1 mió. kr. samanlagt.
Á fundinum tóku borgarstjórarnir sera væl ímóti verkætlanini. Vit eru sera fegnir um at borgarstjórarnir og síðani kommunustýrini í oynni hava tikið so væl ímóti verkætlanini. Og nú kommunustýrini í oynni hava viðgjørt stuðulsumsóknina, er eisini greitt, at allar kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin.
Vit eru gleðast um at kommunurnar í oynni standa saman um eina fyri Suðuroynna og fyri Føroyar so týðandi verkætlan.
Fyrireikararnir
Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági
Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki
Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin setti herfyri fyrireikarnar av 50 metra hyli í Vági nakrar fyrispurningar í almennum brævi, týðiligvís ivasamur um verkætlanini. Hann vil vita hvussu tað ber til at byggja høllina fyri millum 12 og 13 milliónir, og brúkar annars vendingar sum til dømis at “hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum”, um tíðarætlanin hjá fyrireikarunum. Nú hava fyrireikararnir so svarað, millum annað her á Suðurrás.fo.
Continue reading Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki
50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági
Tíðindaskriv 27. sept. 2010, frá verkætlanarbólkinum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við arbeitt við ætlanum at byggja ein 50 m. svimjihyl á Oyrunum í Vági. Eftir
framúrskarandi úrslitini hjá Pál Joensen við EM í august í 2010, har hann vann silvur á 1.500 m. frí, er aftur
sett ferð á verkætlanina. Og nú er verkætlanin komin somikið áleiðis, at dagurin, har farið verður ígongd, av
álvara nærkast.
Continue reading 50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági