Svimjihøllin í Gundadali fær orkusparandi skipan

Tórshavnar Kommuna skrivaði í gjár sáttmála við føroysku fyritøkuna Defined Energy fyri eina orkusparandi skipan, ið endurnýtir 70 prosent av spillhitanum frá brúsuvatninum. Svimjihøllin fer við skipanini at spara 27.000 litrar av olju árliga. Les meira á torshavn.fo.


Mynd: Defined Energy

Ventilatiónsverkini í svimjihøllini í Havn verða skift

Tórshavnar Kommuna boðar frá:

“Arbeiðið at skifta trý ventilatiónsverk í Svimjihøllini í Gundadali varð boðið út í innbodnari lisitatión. Tilboðini komu inn í juni í ár. Renovent átti lægsta tilboðið og hava fingið arbeiðið. Arbeiðið er byrjað.
Continue reading Ventilatiónsverkini í svimjihøllini í Havn verða skift

Nýggjar upplatingartíðir fyri svimjihøllina í Havn

Av torshavn.fo:

“Frá mánadegnum 20. juni verður svimjihøllin í Gundadali opin soleiðis.

Mánadag 6.45 -20.00
Týsdag 6.45 – 20.00
Mikudag 6.45 – 9.00 ( seinnapart er stongt )
Hósdag 6.45 – 20.00
Fríggjadag 6.45 – 20.00
Leygardag 9.00-17.00
Sunnudag 8.00-10.00 og 14.00 – 17.00″

Tórshavnar Kommuna ætlar at leingja verandi svimjihyl ?

Áhugaverdur setningur her á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu:

“Útbyggja verandi svimjihøll og leingja svimjihylin, so hann lýkur olympisk krøv”.

Tað skal tó sigast, at møguliga leingingin er bara eitt uppskot til eina heildarætlan, sum er ískoyti til eina nógv størri ætlan um at umbyggja Tórsvøll til eitt multifunktionelt stadium, umfatandi at vaksa um leikvøllin, skifta til graslíki, seta upp ljós, fáa tak yvir áskoðaraplássini og taka nøkur niður, reisa nýggjan bygning á suðursíðuni, og loka tað heila inni við inn- og útgongdum sum lúka altjóða trygdarkrøv.

Gud viti hvat Tórsvøllur hevur kostað per tiltak á vøllinum, ja fyri tann skyld per íðkara á vøllinum, í mun til hvat Svimjihøllin í Gundadali hevur kostað per svimjara í hylinum. Kanska tað verður frægari við graslíki, men eg ivist.

Fyrsta byggistig er byrjað, at fáa ljós um vøllin. Síðani kemur at fáa graslíki á, og síðani at yvirdekka fyrst vestaru og síðani eystaru síðu, og so taka áskoðarapláss niður og reisa ein bygning á suðursíðuni. Eftir tað seta menn seg væl niður at hugsa um at betra um svimjiumstøðurnar, ið sum kunnugt er ein tung fíggarlig avgerð hjá kommununi at taka støðu til.