Nú 2 ár eftir at vit fyrst hoyrdu um AquaPulse tólið, ið tekur pulsin í oyranum og varpar ljóð í beinið í tinningin, er vøran endiliga at fáa. Pulsmátarin kostar 149,99 USD. Sí heimasíðuna finisinc.com.
Tag: svimjing
½ ár úr hylinum
Ungi sviin Mattias Carlsson, føddir sama ár sum eitt nú Pál Joensen og um kanska ikki heilt so góður enn, so ein profilur í svenskari svimjing, og sum Pál, eitt lovandi talent til framtíðina. Hann svimur 200m rygg og 200m firvald undir 2min, og 400m frí á langbana undir 4min.
Sviar høvdu vanta sær nógv av hesum unga manni sum okur høvdi vitjan av til NJM í Havn í desembur 2007 har hann vann 3 gull eins og Pál. Mattias vann 200m firvald, 100m rygg og 200m rygg. Men nú sær ikki so gott út hjá Mattiasi, ella í øllum førum ikki næstu 6 mánaðirnar, tí hann skal undir knívin eftir at hava veri óheppin á skíum. Og so hugsi eg um Róa á Kósuni….. suk!
simma.nu skrivar: Mattias Carlsson borta sex månader
Igår fick Uddevallasimmaren Mattias Carlsson sin läkardom. Borta från simningen i sex månader. Detta efter att ha åkt lössnöåkning under sportlovet och skadat yttre ledbandet och eventuellt också menisken. Skadan kommer att kräva opertaion.
Eg skal ikki sita her og siga við fólk at tey ikki skulu fara á skiferiu, men eg vil siga, at eg havi ringar royndir við tí. Rikke Møller úr West Swim í Esbjerg var eitt sera sera lovandi talent, til hon skræddi sær knæði sundur, bókstaviliga!!!. Tað eru 6 ár síðan nú, og 5 ferðir undir knívinum hava enn ikki hjálpt.
Svimjarir sum Rikke og Mattias høvdu eitt til felags, hypermobilar føtur, akslar og knø. Tá ið ein hugsar um alla tað strekking sum okur gera hvønn dag fyri at gerast skjótari undir vatninum, uttan at styrkivenja beinini so nógv at tey gerast tung, ja so er eingin ivi hjá mær um, at okur skulu halda okon til at skreiða á sledum. Okur gera jú alt fyri at knø og føtur ikki eru stabil nokk til at koyra á skíum.
Eg kom í tankar um Pál nú eg skrivi. Hann meiddi sær fótin tá ið teir spældi kurvabólt fyri stuttari tíð síðan. Fekk ikki gjørt eina ordiliga vending í eina viku, og serliga vendingarnar hjá Páli skulu rættast uppá um hann skal gera sær vónir um at gerast heimsmeistari, hettur sigur Rein Haljand professari, og sjálvandi hevur hann rætt, tað hava okur lagt til merkis til kappingar uttanlandað. So ein vika úr planinum við ringum tíðum, negativum upplivilsum og ein áminning um, at skjótt kann ganga gali hevur kanska sett nakrar tankar í gongd í høvdinum hjá Páli. Ljósa síðan í hesum dømi er, at ein vika er nakað væl betur enn 26 vikur, Mattias stakkalin, synd… for hundan altso.
Ein skal kanska hugsa seg væl um í daglidegnum sum elitusvimjari. Ja ok, øll fólk eiga at gera tað, men halló… fólk sum Pál brúka 35 tímar um vikuna uppá at gerast best í heiminum, tey noyðast kanska at hugsa um ting sum onnur kanska ikki gera. Kann eg liva við hesari avgerð? Hvussu avmarkað skal mítt lív vera? Eri eg ein slava av mínum ítrótti, ella kann eg gott liva við øllum hesum avmarkingum tí at eg fái so nógv annað afturfyri?
Kanska nakað negativt sett upp. Men tað eru tey sum eru í sama aldri sum ikki minnast eitt leygarkvøld í alt 2008, tað er 52 dagar vekk úr kalendarinum, og ger ein hetta í 6-8 ár, ja so… you do the math. Og eg tók ikki fríggjakvøld við… Og so sigarettir, nú eg nevni slavir… Kanska lívi sum elituítróttarfólk ikki er so tossut alíkaval.
Nei, ikki er tað nemt, lívið, tað er sikkurt og vist. Góða eydnu øll somul nú DML, OYL og HM nærkast. Stay healthy!
Pauli og Jokarin
50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.
EJM 2007 í Antwerpen
Unglingalandsliðið er í Belgia í hesum døgum. Evropameistaraskapi í svimjing fyri juniorar (te. gentur 15 til 16 ár og dreingir 17 til 18 ár) er í ár í Antwerpen.
Føroyar er umboða av 3 ungum damun og 3 ungum harrum.
Úr Havnar svimjifelag er Guðrun Holm Jacobsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag eru Elspa Mørkøre og Kári J. á Høvdanum. Úr Suðuroyar Svimjifelag eru Mona Simonsen, Pál Joensen og Dánjal Martin Hofgaard.
Myndin: fv. Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál & Dánjal Martin standa uttan fyri Scandic Hotel í Antwerpen.
Kappingin byrjar mikudagin 18 juli kl.09:00 við innleiðandi umførum. Pál Joensen er fyrsti føroyingur sum skal svimja, og er teinurin 400m frí. Síðan skal Kári á Høvdanum svimja 100m ryggsvimjing, Guðrun Jacobsen skal svimja 100m frí og seinasti føroyingur er Elspa Mørkøre sum skal byrja sítt EJM við 200m ryggsvimjing. Mona og Dallin svimja ikki fyrsta dagin, men Tórsdagin eru tey við saman við Pál. Mona svimur tá 400m frí og Dánjal Martin svimur 100m frí. Pál skal út í tann langa 1500m frí.
EJM svimjingin er í 5 dagar, so føroysku unglingarnar fáa úr at gerða. Innleiðandi er hvønn morgun kl.09:00 og semifinalur & finalur eru hvørt kvøld kl.17:00 (te. 08:00 & 16:00 Fø. tíð) Eg skal royna at skriva hvønn dag, men havi lært okkurt frá OYL á Rhodos, so eg lovi ikki nakað 🙂 Okur fara upp hvønn morgun kl.05:15 (Fø. tíð) so tykur kunnu ætla at eg eri troyttur um nakrar dagar, ja og so tey sum skulu svimja sjálvandi 🙂 Pál skal svimja 200m, 400m, 800m og 1500m frí. Mona svimur 200m, 400m & 800m frí. Elspa & Kári svimja 50m, 100m og 200m ryggsvimjing. Guðrun svimur 50m, 100m frí og 50m firvald. Dánjal Martin svimur 50m og 100m frí
EJM er í longum hyli (50m) so akkurát hvat ein skal vanta sær av føroysku svimjarnum er ikki til at siga, men tey komu øll heim frá OYL við min. 1 gullheiðursmerki hvør, uttan Guðrun sum ikki lutók til OYL. Hvat er so eitt gullheiðursmerki frá OYL vert í mun til at koma í eina EJM finalu? Ein kann byrja við at siga Russland við sínum 142.400.000 íbúgvum (Juli 2006) kontra tey OYL lond okur kappast við, tey eru frá gott 30.000 til uml 150.000 íbúgvar. So er Italia, Tysland, Bretland, Spania, Polen, Turkaland fyri bara at nevna nøkur fá. Til EJM skal ein altso svimja nakað betur enn til eitt gjøgnumsnitts OYL fyri at kunna gera seg galdandi. Onkur methaldari frá OYL hevur tó megna at koma í meira enn eina EJM, EM, HM & OL finalu. (um eg minnist rætt) Darren Mew frá Isle of Wight er OYL methaldari í 50, 100 & 200m bringusvimjing. Men Darren var neyvan komin so langt um hann avmarkaði sína svimjing ella sínu mál, til “bert” at vinna gull til OYL. Og tí eru Guðrun, Elspa, Mona, Kári, Pál og Dánjal Martin við til EJM í ár. Okur í føroyskari svimjing vilja meira enn “bert” OYL gull og met. Hettar merkir so ikki, sum so nógv hava sagt, at okur halda okkum vera ov stór ella ov góð til OYL. Okur vunnu ikki alt á OYL, so enn er long leið til at nakar kann siga at okur eru størri enn OYL 🙂
Um okur náa eina Top´16 plasering til EJM á onkrum teini (te. ein semifinala), hevði eg veri ovurfegin, men beint uttan fyri er nú eisini sera flott.
Við svimjuheilsan úr Antwerpen
Jón B.
Stress, stress…
Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.
Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.
Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.
Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.
Havsvimjingin í Trongisvág
Vit vóru fýra “norðingar”, sum høvdu hætta okkum til suðuroyar at svimja tvørtur um Trongisvág. Vit vóru Evald, Kári, Gudmund og Áslakur, sum tóku hesa avbjóðing við góðum móti. Men tað var ikki nakar annar sum tók hesa avbjóðing í álvara, so tað vóru bara vit norðingarnir, sum lupu á sjógv kl.14.00 sunnudagin á Jóansøku.
Tað stóðu so um ikki annað trý fólk á kayini, tá vit lupu á sjógv. Tann eini av teimum var Palli, sum síðan segði “klárir! Go!”, og vit hildu av stað sum um onkur var í hølinum á okkum. Tað var sera skjót at Gudmund, sum væntandi legði seg fremst og Evald beint í hølinum á honum. Síðan komu Kári og Áslakur aftaná, lið um lið og onkuntíð uppi á hvørjum øðrum. Tað vísti seg at Trongisvágur var ov lítil til teir báðar. Men síðan fóru báðir at svimja eitt sindur skeivt, so at teir fóru frá hvør øðrum og tað vísti seg at rigga betri. Gudmundur svam sera væl og beint, við berum føtrum og hendrum, og í einari dragt sum Fat Bastard nokk hevði passa í. Men líka mikið, hann var fyrstur á mál við tíðini 10:10 og tað má sigast at vera sera gott. Síðan nart Evald við kaykantin og tað var 11 min og 43 sekund eftir at vit vóru byrjaðir. Nr. 3 var Áslakur sum rakti kayina eitt sindur betri enn Kári og var tí fyrri til málið, eftir at teir høvdu svomið framvið kayini eina løtu. Tíðirnar vóru ávíkavist 12:53 og 13:09, so munurin var ikki stórur. Hevði Kári havt svimjibrillur hevði hann møguliga klára Áslak. Kári var so mikið óheppin at hann breyt brillurnar tá hann leyp á sjógv.
Tað má eisini sigast at vit fingu bæði í posa og í sekk, tí vinningarnir vóru ikki lítlir. Gudmund vann eina ferð og Evald og Áslakur fingu 500 kr hvør. So nú kunnu tey sum ikki vóru við bara ergra seg. Annars høvdu norðingarnir ein fínan túr har suðri. Súkklurnar vóru við so tað var lagamanni at hyggja seg um á Tvøroyri og aðrastaðni. Eisini varð tíð til at fara inn á hotellið at fáa sær ein góðan bita. Ein góður túrur og ein góð venjingarlega, sum nokk fer at koma væl við nú tað styttist til Oyggjaleikir.
Vit høvdu súkklurnar við