Synkronsvimjarin Chloe Isaac úr Kanada greiðir frá hvussu hon koyrir vatnføst máling á eyguni og husblass í hárið. Synkronsvimjing eitur annars “samtíðarsvimjing” á føroyskum :-S
Tag: synkronsvimjing
Synkronsvimjing fyri menn ?
Onkur minnist kanska greinina her um svenska skemtifilmin “Allt flyter”, um nakrar menn sum fóru í holtur við synkronsvimjing. Eftir øllum at døma ‘stof til eftertanke’, tí nú spjaðist ein dokumentarfilmur kallaður “Män som simmar” til USA og alt møguligt um Stockholm Konstsim Herr, sum møøguliga upprunaliga var ein joke, men sum tó hevur úr at gera við at ferðast runt og vísa sínar kynstir … og sum eftir øllum at døma vunnu gull á Men’s Cup III í Milano í 2009.
Män som simmar from Folkets Bio on Vimeo.
Synkronsvimjing í akvarium, “Michael Jackson”-style
Sum hesin sigur á ‘The Daily What’: “The best South Korean underwater synchronized swimming Michael Jackson tribute in an aquarium you will see today, guaranteed.”