Norska svimjisambandið hevur lagt hesa video út av 1500 metra frí finaluni á EM í Stettin. Pál er á geil 0, longst frá okkum.
Tag: Szczecin 2011
Ryggsvimjing í Stettin
Gullvinnarin í 100 og 200 rygg, Radoslaw Kawecki, svimur tvær longdir við kamera.
Virtuel 1500 finala
Tá A finalan bleiv varpað í Kringvarpinum leygardagin, legði Hestoy ikki merkið til hvussu glaður Sawrymowicz var á skerminum, tá hann vann við 7/100 av sekundi sum áskoðari. Og tíverri hevði Eurosport ella Kringvarpið ongan grafikk, sum kundi vísa, hvussu tíðin hjá Sawrymowicz lá í mun til Pál og Mads. Tann virtuella kappingin hevði verið óhugnaliga spennandi at sæð, also hugt við donskum brillum. Pál hevði tær bestu innleiðandi splitttíðirnar, men dragnaði so smátt ímóti endanum. Endaspurturin hjá Glæsner kundi hava bjargað dønum eitt gull aftrat. Men so skuldi ikki vera, Hestoy!
Video: Pál 200 frí á EM í Stettin
Pál Joensen svimur her 200 frí á EM í Stettin.
Video: Birita 50 frí á EM í Stettin
Birita Debes svimur her 50 metra frísvimjing á EM í Stettin.
So eru vit liðug her í Stettin
Birita Debes svam í morgun 50 frí uppá 27.29 sekund, eitt sindur frá hennara bestu tíð 26.54. Og Pál svam so nakað seinni 200 frí uppá 1:47.56, har besta tíð hjá honum uttan superdrakt var 1:48.67, og besta við superdrakt hansara føroyska met á 1:46.61 frá EM í Rijeka í 2008. Nú seinnapartin er venjing aftur á skránni hjá Páli, fram ímóti luttøkuni á EM-stjørnuliðnum í Duel in the Pool stevnuni ímóti amerikumonnum í USA, næsta vikuskifti.
Pál 14:37.83 og 5. pláss á EM í Stettin
Altso man má geva hasum polakkunum, at teir hava virkuliga svingað seg upp til at svimja skjótt her í Stettin. Sawrymovicz varð gott nokk heimsmeistari í 1500 á langgeil, afturi í 2007 tá ið Pál og tey vóru ‘smá’ í Melbourne, og hann vann eisini á EM á stuttgeil í Debrecen sama ár. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið tað stóra sum hann hevur megnað, og tí má hann virkuliga hava knoklað til at kunna vinna á heimabana.
So er tað EM-finala í 1500 frí
Pál Joensen skal nú klokkan 16 føroyska tíð luttaka í síðsta, avgerandi riðli í 1500 metra frísvimjing á Evropameistarastevnuni á stuttgeil í Stettin. Polski Mateusz Sawrymowicz svam í morgun 14:29.81, sum tískil nú er kravið til at kunna vinna gull í hesi kapping. Damien Joly úr Fraklandi svam 14:51.78, sum tí er evstamark til at kunna vinna heiðursmerki yvirhøvur. Og eisini franski Anthony Pannier í millum hesar báðar 14:44.54.
Video: Birita 50 rygg á EM í Stettin
Birita Debes luttók í morgun í 50 metra ryggsvimjing á EM í Stettin, og svam tá teinin uppá 29.48 sekund. Ein tíð sum bara hon og Elspa Mørkøre til dags dato hava klárað, men tó ikki serliga gott fyri Biritu, tá ið man hugsar um at hennara føroyska juniormet frá FM 2010 er 29.00, og hennara tilmeldingartíð frá Ægir-stevnu í februar 29.06. Birita hevur nú 50 metrar frí eftir, at svimja í morgin árini. Sí úrslitalista her.
Mie Ø. Nielsen bronsu á EM í Stettin
15 ára gamla svimjifenomenið Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna sítt fyrsta evropeiska seniorheiðursmerki, tá ið hon í 100 rygg setti danskt met við tíðina 57.57. Sí úrslitalista her.
Mie er eisini í hálvfinaluni í 100 blandað í kvøld, og er fyrsti svimjari í 4×50 blandað. Og her í 4×50 frí innleiðandi í morgun, setti hon nýtt danskt juniormet í 50 frí, við 24.81 (!)