Birita svimur her 50 metra firvaldasvimjing á EM í Stettin. Tíðin hjá henni var 28.86, éin hundraðpart frá sínum persónliga meti á 28.85.
Tag: Szczecin 2011
Video: Pál 400 frí finala á EM í Stettin
Pál Joensen verður her nummar fýra í 400 metra frí á EM í Stettin. Hann er á geil 3, har geil 0 er tann longst burturi.
Birita Debes 28.86 í 50 firvald
Birita Debes svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á EM í Stettin uppá 28.86 sekund, 1 hundraðpart frá bestu tíð hennara 28.85 frá úttøkustevnuna til Oyggjaleikir í apríl, sum var føroyskt met inntil Astrið Foldarskarð herfyri svam 28.45. Birita var tó ikki sjálv serliga nøgd við tíðina, og har var eisini ymiskt ið kundi hava eydnast betri, so at føroyska metið hevði verið í vanda. Sí úrslitalista her.
Pál 3:41.05 og nr 4 á EM í Stettin
Tað varð sum væntað ein harður dystur um heiðursmerki í kvøld, millum teir fimm fremstu í finaluni í 400 frí á EM í Stettin. Pál lá eina løtu á odda, tá við 150 metrum, men mátti so síggja Biedermann og Glæsner draga frá, fyri síðani at enda at tapa irriterandi lítið í spurtinum móti polska Korzeniowski. Men hvat, flott nýtt persónligt met til Pál í 400 uttan superdrakt, við fimtbestu tíð í heiminum í ár, sum gevur okkum góðar vónir til finaluna í 1500 frí, leygardagin. Sí úrslitalista her.
Video: Pál 400 frí innleiðandi á EM í Stettin
Pál Joensen svimur her 400 frí innleiðandi á EM í Stettin
Video: Birita 100 frí á EM í Stettin
Birita Debes svimur her 100 frí á EM í Stettin
Video: Birita 100 rygg á EM í Stettin
Birita Debes svimur her 100 rygg á EM í Stettin
Pál víðari til EM-finalu í 400 frí
Tað sá lætt út hjá Páli nú í áðni, tá ið hann kvalifiseraði seg til finaluna í 400 frí, við triðbestu tíð 3:42.37 aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:41.75 og týska Paul Biedermann á 3:42.18. Eisini Frans Johannesen megnaði við 3:44.68 at kvalifisera seg til finaluna, so nú verða tað tríggir úr danska ríkisfelagsskapinum í EM-finaluni í 400 frí seinnapartin, tveir sum svimja fyri Danmark, og tveir sum eru føroyingar. Sí úrslitalistan her
Hjá Biritu gekk einki serligt, hon svam 1:03.90 í 100 rygg í mun til sítt føroyska met á 1:01.46, og 59.83 í 100 frí í mun til sítt føroyska juniormet á 58.52. Serliga 100 rygg var hon kedd um, har er okkurt sum ikki riggar heilt tekniskt út í frá vegginum, og so møðist hon ov nógv í móti endanum av teimum 100. Men starturin er har, og ferðin, so vónandi fer at gangast betri nú næstu dagarnar, tá ið hon skal svimja 50 firvald, rygg og frí.
Seinnapartin er tað so 400 frí finala, har Pál sum so liggur væl fyri til heiðursmerki. Sigi ‘sum so’, tí Jón leggur herðslu á at hetta 400 er mest hygg og fyrireiking til 1500. Hann metur at Paul Biedermann er sikkur vinnari, og so fáa vit at síggja hvussu restin klárar seg.
Fyribils startlistar til EM í Stettin
Soleiðis, SwimNews.dk hevur funnið startlistarnar á netinum, og vit finna lukkutíð Pál har millum teir 10 skjótastu í 1500 frí. Kappingin byrjar við innleiðandi í morgin árini klokkan 08:30 føroyska tíð, har Birita sum fyrsti føroyingur skal luttaka í 100 rygg. Til ber at fylgja við finalunum á Eurosport.
Pál er (vist nokk) í finaluni í 1500 frí
Vit hava gingið nokk so spennt her og leitað eftir einum startlista, til at fáa endaliga staðfest um Pál er í finaluni ella ikki. Trupulleikin er, at hann hevur ikki eina so góða tíð á stuttgeil at vísa á hetta farna árið, í mun til fleiri av mótstøðumonnunum. Og hann lá tí at vera beint uttanfyri, um ikki tað var so, at teir sleppa at svimja 10 í finaluni. Tá er hann (vist nokk) nummar 9 í mun til hinar.