Tae-Hwan Park er testaður positivt fyri doping, sambært suðurkoreanska Yonhap News. Eftir øllum at døma hevur hann fingið eina innspræning frá einum lokalum kiropraktor, sum uttan at Park visti av tí innihelt eitt ólógligt evni. Um hetta vísir seg at vera so, ætla koreanar at saksøkja læknan.