Myndir úr Tampere

Rúni og Øssur hava verið so vinarligir at senda mær myndir úr Tampere í Finnlandi, har fýra føroyskar gentur kappast á Nordisk UngdomsMesterskab 2008. Talan er um Biritu Debes úr Rituvík, Helenu Sævarsdóttur úr Vági, Moniku Biskopstø úr Klaksvík og Poulu Mohr úr Fuglafirði.

Her eru tær við flogvøllin í Vágum

svimjimyndir 013 Continue reading Myndir úr Tampere

Genturnar aftast í 4×100 blandað

Men tað er altso ikki so galið, tá ið hugsað verður um at har bara vóru 5 stafettir, og at tær báðar Birita og Poula hoyra til yngra árgangin á hesari stevnu. Genturnar svumu teir 4×100 blandað í tíðini 5:21.80, har Birita svam 100 rygg í tíðini 1:17.08, Monika flúgvandi 100 bringu á 1:29.22, Helena 100 firvald á 1:26.05, og so Poula 100 frí í tíðini 1:09.45. Harvið eru lidnar við kappingarnar í morgun, og byrja so aftur einaferð seinnapartin.

Poula 1:07.91 í 100 frí

Tað er eitt sindur torført at meta um hvussu væl tað gongur hjá gentunum í Finnlandi, av tí at tilmeldingartíðirnar mest sannlíkt allar eru roknaðar út í frá tíðum svomnar í 25 metra hyli (meðan tey í Tampere svimja í 50 metra hyli), og tað ikki er til at siga hvussu skjótt hesar gentur kunnu umstilla seg til at svimja skjótt eisini á langbana.

Men teir 1:07.91 hjá Poulu Mohr úr Fuglafirði ljóða bara heilt gott, líka mikið um roknaða tilmeldingartíðin var 1:05.78. Helena Sævarsdóttir úr Vági er nokk eitt sindur meira skuffað, av at svimja teir 100 frí í tíðini 1:11.40, har hon vanliga plagar at vinda burtur úr Poulu. Continue reading Poula 1:07.91 í 100 frí

Gott í gongd í Tampere

Birita og Helena býttu um pláss á styrkislistanum, nú Birita varð nr 7 í 50 rygg á NUM í Tampere við frálíku tíðini 33.87, og Helena so varð nr 8 við eisini góðu tíðini 34.96. Vinnari gjørdist Ida Lindborg úr Svøríki við tíðini 31.67, nr 2 Tia Laurila úr Svøríki við tíðini 32.14, og nr 3 Tia Laurila úr Finlandi við tíðini 32.23. Offisiellu úrslitini eru at finna her á livetiming.se

4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Fýra svimjarar fóru í morgun til Finlands har teir skullu taka lut í NUM ( Nordisk Ungdoms Mesterskaber )

Hetta er kapping á sera høgum støði, har bara tey bestu sleppa við.

SSF valdi at senda hesi avstað: Birita Debes (Flot), Helenu Strøm Sævarsdóttir (SuSvim), Moniku Biskupstøð (Ægir) og Poulu Øssursdóttir Mohr (FS).

Kappingin byrjar ímorgin, og svimjararnir koma heimaftur sunnukvøldið.

Venjarar eru : Rúni Gaardbo, Petur Heðin á Fløtti og Jóhan Martin Poulsen Continue reading 4 ungir svimjarar til Finlands at kappast