Nú FINA fer at viðgera ‘superdraktirnar’, so verður kanska eisini neyðugt at viðgera hvat annað svimjarar kunnu ella ikki kunnu gera, undir draktini. Tí sambært Brent Rutemiller og SwimmingWorld Magazine er tað vorðið alt meira vanligt at svimjarar nýta tape undir draktina, til at hefta vøddabólkar saman, og millum kvinnur at ‘streymlinja’ seg meira longu áðrenn tey fara í draktina. Bæði menn og kvinnur royna eisini at styrkja miðjuna, við at vinda tape fast um kroppin. Í summum førum er tað kanska av læknaligum ávum, men møguleikin er heilt víst til staðar, at tað kann styrkja eisini frískar íðkarar.
Continue reading Nú styrkja svimjararnir seg opinbart eisini við gaffa-tape