Ekstra Bladet skrivar í grein her, at Team Danmark til tíðir gevur síní úrvalsítróttarfólk bakipulvur at eta, til at betra um spurtirnar. Aktiva evnið natron ella bikarbonat í bakipulvuri er sambært teimum vælegnað til at mótvirka mjólkarsýru í beinunum, so at íðkararnir kunnu spurta longri áðrenn teir sýra til, og harvið ‘flyta tey síðstu sekundini’. Men teir siga at tey brúka tað bara tá ið alt annað er optimerað, og ávara hartil um akutt diarré ella spýggju, um man tekur skeiva dosu. Renning, súkkling og rógving verða nevnd sum dømi um ítróttir har hetta kann vera ein hjálp.
Tag: team danmark
19 góð ráð frá Team Danmark, um tú vilt náa úrvalsstøði
Team Danmark gav í gjár út hendan bókling, við 19 handgrípiligum viðmælum frá ítróttargranskarum, til hvussu venjarar og íðkarar í “Elitesport med høj intensitet” kunnu arbeiða fram ímóti toppúrslitum. Svimjing er ein av hesum ítróttum, sum krevja stóra mongd av harðari venjing, við nógvum endurtøkum og eyka venjing afturat ítróttargreinini. Og har íðkararnir hava somu likamligu og sálarligu trupulleikar; at langt er millum kappingar, at tey ikki fáa hvílt nóg nógv og tí fáa skaðar sum tey ikki sleppa av við aftur, tí at tey eru von at venja við pínu, og at tey kunnu fáa etingarólag av tí at kroppsvektin hevur týdning fyri úrslitið.
Ráðini eru millum annað, viðvíkjandi sálarfrøðina, at ansa eftir at íðkarin inn í millum kann ‘løða upp aftur’, og at hugsa langt heldur enn ímóti úrslitum í allarnærmastu framtíð. Viðvíkjandi likamligu venjingina, at raðfesta tunga og eksposiva styrkivenjing høgt, og at minka venjingarnøgdina við 50% upp ímóti teimum mest týdningarmestu kappingunum. Og viðvíkjandi kost, at venja og kappast “á fullan tanga”, bæði tá ið tað kemur til kolvætu og vatn, og at fylla upp aftur við kolvæti og protein beint eftir venjing.
Continue reading 19 góð ráð frá Team Danmark, um tú vilt náa úrvalsstøði
Nú kunnu tit trygt eta á McDonald’s
Sum tit kunnu lesa her á Jyllandsposten, so lanserar McDonald’s í dag ein nýggjan burgara kallaður “Chicken Olympic”, ið er samansettur í samstarvi við serfrøðingum hjá Team Danmark. Feittprosentið er undir 30, har er grón í og alt møguligt, og tú stuðlar enntá Team Danmark við einari krónu fyri hvønn burgara. Hvat er lívið ikki herligt.