Pál og Jón strandaðir í Suðurafrika

Man skuldi trúð at tað var lygn, men gosið í Íslandi hevur millum annað havt ta avleiðing, at Pál Joensen og Jón Bjarnason ikki enn eru komnir longur enn til Johannesburg, á heimferðini úr Durban.


Vís Pál og Jón í Suðurafrika á einum størri korti
Continue reading Pál og Jón strandaðir í Suðurafrika

Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika

Tíðindi frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í kvøld bronsu í 1500 metrar frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Teir báðir Jón Bjarnason og Pál eru tó ikki serliga nøgdir við úrslitið í kvøld, við tað at tíðin hjá Páli var 15:21.8, har hann við tilmeldingartíðini 15:02.80 lá til at vinna gull, og har vinnarin í kvøld svam 15:06.75.

Mark, Heerden, Pál
Continue reading Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika

Pál nr 3 í finaluni í 1500 í kvøld

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar 3 í 1500 frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil. Tíðin hjá honum var 15:21.84, og Jón Bjarnason ljóðar ikki heilt nøgdur, í SMS úr Durban. “Tungur frá byrjan av, føldist ongantíð gott”. Suðurafrikanski Heerden Herman varð nummar 1 við tíðini 15:06.75, og síðani kom Mark B. Randall við 15:09.75 Pál skuldi eftir øllum at døma royna at koma undir 15 minuttir, men tað riggaði altso ikki hesuferð. “Kanska tí at upphitingin endaði fyri 2 tímum síðani”. Pál hevur nú ikki fleiri kappingar eftir á suðurafrikansku meistarastevnuni, og teir báðir fara tí at royna at sleppa heimeftir nú í næstu viku, so langt sum øskan nú einaferð loyvir teimum. Sí úrslit her á ssa.sportza.co.za.

Pál nummar 3 í innleiðandi 1500 frí í morgun

Hetta havi eg frá manninum sjálvum, yvir Facebook úr Durban. Tíðin hjá Páli var 15:56, meðan Mark B. Randall “bombaði avstað og svam 15:23”, og Heerden Herman í fyrsta riðli svam 15:53. Pál sigur sjálvur, at hann var eitt sindur moyrur frá teimum 800 í gjár, og tí ikki vildi gera meira burtur úr enn so, at hann í morgin kundi liggja á geil við síðuna av geilini hjá Randall. Tað eydnaðist, “so alt í alt er tað heilt OK”.
Continue reading Pál nummar 3 í innleiðandi 1500 frí í morgun

Pál vann gull í Suðurafrika

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í kvøld gullheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 7:58.95, nøkur sekund frá hansara føroyska meti á 7:54.40, men meira enn 10 sekund frá tíðini 8:09.04 hjá nærmasta kappingarneytanum Chad Ho úr Suðurafrika.

800m gull
Continue reading Pál vann gull í Suðurafrika

Pál vann finaluna í 800 frí

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Durban í hesum døgum. Jón Bjarnason sigur í SMS úr Suðurafrika: “7.58.9 og gott 10 sek frammanfyri Chad. Restin var vekk. Hann fekk heiðursmerki og er nú til dopingkontrol”. Tíðin er eitt sindur frá føroyska metinum hjá Páli, á 7:54.40 frá DM í Esbjerg í fjør, men tó so ein sterk tíð um samanborðið verður við hvussu restin av heimselituni hjá serliga monnum svimur, nú superdraktirnar eru burtur. Offisiella tíðin var 7:58.95.

800 frí finalan hjá Páli er í kvøld

Finaluparturin byrjar kl 17 í kvøld, føroyska tíð, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Men 800 metra frí finalan hjá Páli er fyrst helt ímóti endanum av finalupartinum, sum síðsta einstaklingakapping áðrenn stafettirnar. Klokkan verður tí í øllum førum 18, føroyska tíð, og sikkurt nærri 19, áðrenn vit frætta nakað har suðuri frá.

Pál skjótastur í 800 frí innleiðandi

Pál Joensen var í morgin skjótasti svimjari av øllum, í innleiðandi riðlunum av 800 metrar frí á suðurafrikansku meistarastevnuni, og fær tí bestu geil í finaluni í annaðkvøld. Offisiellu úrslitini síggjast ikki enn á ssa.sportza.co.za, men Jón heilsar í SMS úr Durban, at tíðin var 8:24.7?, og at tað var nemt. “Úti á 4:17 og heim á 4:07.” Argasti kappingarneytin Heerden Herman meldaði frá teimum 800 í morgun, sambært Bjarnasyni tí at hann sparir seg til 1500 frí fríggjadagin.

Pál 1:52.06 og nr 8 í 200 frí finaluni

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar átta av tíggju, í 200 metra frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 1:52.06, har hann í innleiðandi riðlunum í morgun svam 1:52.87. Jón Bjarnason heilsar í SMS úr Suðurafrika, at fyrsti 50 metur ikki var so penur, men at restin var við javnari ferð, lágum frekvensi, 2-takts beinsparki og góðum teknikki. “So nú er bara at gleða seg til 800m frí í morgin.”
Continue reading Pál 1:52.06 og nr 8 í 200 frí finaluni

Pál 1:52.87 og víðari til finaluna í 200 frí

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg í finaluna í 200 frí, tá ið hann á suðurafrikansku meistarastevnuni svam 1:52.87 og 9. bestu tíð í innleiðandi riðlunum, har 10 sleppa í finaluna. Talan var um serstakliga tætta kapping, har tað ikki var stórt meira enn 1 sekund frá bestu tíð og niður til Pál, og minni enn 2 tíggjundapartar frá nr 6 til nr 9. Føroyska metið hjá Pál er 1:50.04, frá donsku meistarstevnuni í Esbjerg í fjør.