Pál Joensen kappast í Suðurafrika

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen kappast í hesum døgum á Suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í býnum Durban á eysturstrondini av Suðurafrika. Pál luttekur í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann undan kappingina var styrkismettur at gerast nummar 8 í 200 frí, nummar 2 í 400 frí, og nummar 1 í 800 og 1500 frí.

Moses Mabhida Stadium
Continue reading Pál Joensen kappast í Suðurafrika

Pál nr 4 aftur í finaluni í kvøld

Pál Joensen gjørdist í kvøld nummar 4 í kappingini í 400 frí, á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil. Tíðin var 3:53.39, eitt sindur frá hansara føroyska met á 3:48.57, sum hann svam á donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør.

Pál uttan fyri Kings Park Aquatic Center

[Pál uttan fyri Kings Park Aquatic Center]
Continue reading Pál nr 4 aftur í finaluni í kvøld

Pál nr 4 í innleiðandi 400 frí í morgun

So er suðurafrikanska meistarastevnan byrjað, við innleiðandi riðlum frá klokkum 10 av í morgun, suðurafrikanska tíð. Pál gjørdist nummar 4 í innleiðandi 400 frí, við tíðini 3:57.86 aftanfyri Mark B. Randall á 3:53.98, Jean Basson á 3:55.58 og Jay-Cee Thompson á 3:57.83. Aftanfyri hann er Riaan H. Schoeman við 3:59.37, Heerden Herman við 3:59.55 og Chad Ho við 4:00.11, so talan var altso um rættiliga tætta kapping í morgun, um mittargeilarnar í finaluni. Finalan verður einaferð eftir kl 18 í kvøld, aftur suðurafrikanska tíð, sum er sama tíð sum donsk tíð. Fylgið við úrslitunum her á sportza.co.za.

hylurin ikki klárur enn

[Kappingarhylurin í Durban]
Continue reading Pál nr 4 í innleiðandi 400 frí í morgun

Pál og Jón á veg til Suðurafrika

Í næstu viku verður árliga suðurafrikanska meistarastevnan á langgeil, hesu ferð í Durban við føroyskari luttøku. Pál Joensen skal luttaka í 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann er styrkismettur at gerast nr 8 í 200 frí, nr 2 í 400 frí, og nr 1 í 800 og 1500 frí. Kappingarneytarnir eru serliga 22 ára gamli Jean Basson og 19 ára gamli Heerden Herman, umframt tiltikni Darian Townsend í 200 frí. Teir báðir Chad Ho og Riaan Schoeman eru har eisini, sum Pál kennir frá “Battle Training Camp” í Potsdam í januar mánaða. Startlistin sæst her á heimasíðuni hjá Swimming South Africa, og annað tilfar her á swimsa.org.

CIMG2492

[Pál vísir børnum í Sørvági, hvar ið Durban er]
Continue reading Pál og Jón á veg til Suðurafrika