Triatletur deyður eftir triatlon í Århus

Ekstra Bladet skrivar her um ein danskan mann í 30-unum sum fekk trupulleikar 15-20 minuttir inni í svimjingini á KMD Challenge triatloninum í Århus í gjár, fyri síðani at doyggja í sjúkrahúsinum. Tey høvdu stytt svimjingina niður í helvt tí at vatnið var so kalt, har minstamarkið hjá Dansk Triathlon Forbund er 14 gradir. Áðrenn kappingina høvdu tey tøgn í ein minutt, fyri ein annan íðkara sum hevði ætlað sær at luttikið, men sum doyði eftir at hava vant á somu leið, síðsta vikuskiftið.

Danska svimjisambandið gjørt samstarvsavtalu við triathletarnar

Dansk Svømmeunion og Dansk Triathlon Forbund undirskrivaðu í gjár eina sambært svoem.dk serstaka og søguliga samstarvsavtalu, til at styrkja menning og varðveitslu av talentum í báðum ítróttagreinum. Tey hugsa at tað verður lættari at fasthalda fólk í svimjiítróttinum, um tilboðið er bæði svimjing aleina, og svimjing sum partur av triathlon. Tey ætla at bjóða inn til hvønn annan, við til dømis venjingarfelagsskapum og luttøku á stevnum hjá hvørjum øðrum. Og ein av fyrimununum hjá danskari svimjing, verður millum annað her og nú at fáa eyka know-how um havsvimjing, frá teimum í sovorðnum ógvuliga royndu triathletunum.

Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon

Nautica Malibu Triathlon í Los Angeles er nokk tað triathlon sum tú skalt luttaka í, um tú vilt møta veruligum ‘celebrities’, og enntá hava møguliga at smyrja tey av. Í ár luttóku m.a. Jennifer Lopez, Matthew McConaughey og Anna Kournikova, og skaffaðu í hesum sambandi $950,000 til Children’s Hospital of Los Angeles. J-Lo brúkti 2 tímar, 23 minuttir og 38 sekund, um at svimja 800 metrar, súkkla 29 km og renna 6,4 km; men hon hevur gott nokk eisini nýliga átt tvíburðar.


Continue reading Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon

Joan Bláfoss er heimsmeistari í langteina-triathlon fyri lið

Hetta stendur at lesa her í Norðlýsinum. Langteina-triathlon er 4 km av svimjing, 120 km av súkkling og 30 km av renning, og altso rættiliga líkt tiltiknu “Ironman” kappingini á Hawaii (3,8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning). Joan varð nr 7 av øllum kvinnum tilsamans, og við tað at hinar báðar á liðnum gjørdust nr 2 og 11, rakk tað til eitt fyrstapláss í liðkappingini. Continue reading Joan Bláfoss er heimsmeistari í langteina-triathlon fyri lið

Joan Bláfoss vunnið altjóða triathlonkapping í Lissabon

Sum tit kunnu lesa her á sportalinum, vann Joan Bláfoss sína fyrstu altjóða kapping nú seinasta vikuskifti. Kappast varð á hálva ironman teininum, sum er 1.9 km svimjing, 90 km súkkling og 21 km renning. Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um teinin, og vann harvið kvinnukappingina og fyrstu virðisløn á 3000 evrur. Sí eisini heimasíðuna hjá kappingini, Lisboa International Triathlon.

Stress, stress…

Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.

Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.

Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.

Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.

Joan Bláfoss nr 3 í DM í triathlon á OL-teininum

Joan Bláfoss vann í dag bronsu í donsku meistarakappingini í triathlon á OL-teininum, sum eru 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning, ella sami teinur sum nýttur verður á Oyggjarleikum 2007 á Rhodos. Karina Ottesen varð nummar 5, eisini í elitu-bólkinum, meðan Sóley í Eyðansstovu varð nr 1 í aldursbólkinum 25-29 ár.

Úrslitini hjá elituni kunnu síggjast her á Ultimate Sport Index, og tey hjá aldursbólkunum her. Niðanfyri eru listaðar upp tíðirnar hjá teimum 6 skjótastu elitukvinnunum og Sóley:

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:19:46 0:55 1:08:07 1:12 0:37:54 2:07:52
Ann B.S. Banke KTK86 0:22:16 1:00 1:08:25 1.43 0:40:34 2:13:56
Joan Bláfoss KTK86 0:24:52 1:23 1:08:59 1:36 0:37:47 2:14:35
Anne Vagner TRI4 0:22:56 1:05 1:11:07 1:19 0:41:11 2:17:37
Karina Ottesen KTK86 0:23:22 1:01 1:10:49 1:33 0:43:00 2:19:42
Gitte Rømer Århus 1900 0:19:48 1:00 1:13:21 1:43 0:44:33 2:20:24
Sóley í Eyðansstovu KTK86 0:26:26 1:59 1:13:13 2:16 0:50:13 2:34:05

Sum fyrr nevnt so er tað torført at samanbera úrslit frá triathlon til triathlon, av tí at teinarnir eru uttandura, og tí ógvuliga skiftandi hvat veður og brekkum viðvíkur. Tær báðar Joan og Karina fingu eisini væl betri tíðir í Haderslev fyri 14 døgum síðani, enn tær nú fingu í Årshus, meðan Sóley faktiskt var væl betri hesuferð.

Men útlitini eru allíkavæl bara heilt hampuliga góð, nú Joan í tveimum kappingum innan 14 dagar hevur klárað betri tíð enn silvur á Oyggjaleikum á Guernsey í 2003, og gull á Isle of Man í 2001.

Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið

Sum tit kunnu lesa her, so gjørdust føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottesen í dag danskir meistarar í sprint-triathlon fyri lið (750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 10km renning), saman við donsku Ann Banke og Maja Nielsen. Eftir øllum at døma hevur Karina offrað seg í svimjing og súkkling, tí hon kom heilar 11 minuttir eftir hinar tríggjar á mál, eftir at hava fylgst við teimum fram til renningina.

Continue reading Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið

Joan Bláfoss silvur í DM í sprint-triathlon

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska triathlon-sambandinum, so vann føroyska Joan Bláfoss í dag silvur í donsku meistarastevnuni í sprint-triathlon, sum er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Hon súkklaði so gott sum líka skjótt sum vinnarin Helle Frederiksen, og rann tað sum hon hevði mist í súkkling innaftur, men hevði tíverri longu mist um 3 minuttir í svimjingini, í mun til Helle. Hetta eru eru góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí Joan skal sum kunnugt luttaka fyri okkum á oyggjaleikum í summar.

Karina Ottosen, sum eisini skal til Rhodos, gjørdist kanska eitt sindur skuffandi nummar 6, eftir at hava verið seedað sum nummar 4 (Joan varð seedað sum nummar 3). Tær báðar vóru rættiliga javnar í Haderslev seinasta vikuskifti (Joan hevði tíðina 2:12:09 og Karina 2:12.54), so um vit brúka tíðirnar hjá Joan sum referensu, sær tað út til at tað serliga er í súkklingini og kanska renningini at tað er kiksað hjá Karinu. Hon varð nevniliga yvir 1 minutti skjótari enn Joan í svimjing, men misti so umleið 3 minuttir í bæði súkkling og renning, har tær burdu verið umleið líka skjótar í súkkling (tí í renning er Joan altíð væl skjótari enn Karina).

Í morgin skulu tær aftur í eldin, at gera sama tein sum lið. Tað vil siga at tær báðar og tvær aðrar úr triathlonfelagum KTK86 skulu royna at gjøgnumføra sama teinar saman, so skjótt sum gjørligt, uttan at tað er meira enn 10 sek á muni millum nummar 1 og 3, tá ið tær koma á mál. Eftir øllum at døma eru teirra lið favorittur til kappingina í morgin, so hvør veit, men eftir einstaklingaúrslitunum at síggja fara tær at fáa hara kapping frá TRI4 og Odense Triathlon Klub.

Her eru splitt-tíðirnar hjá teimum 6 fremstu kvinnunum

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:10:40 0:41 0:38:02 0:31 0:19:55 1:09:47
Joan Bláfoss KTK86 0:13:18 0:41 0:38:26 0:46 0:19:20 1:12:29
Anne Vagner TRI4 0:12:13 0:42 0:41:26 0:40 0:20:47 1:15:46
Anne Jacobsen OTK 0:13:02 0:49 0:40:30 0:39 0:22:31 1:17:30
Michelle Vesterby OTK 0:11:35 0:44 0:41:02 0:34 0:23:53 1:17:45
Karina Ottesen KTK86 0:12:12 0:40 0:41:47 0:43 0:22:39 1:17:59

Sí annars úrslitalistan frá DM í sprint.

Føroyskir triathletar góð úrslit í Haderslev

Farna sunnudag luttóku føroyskir triathletar á ársins fyrstu donsku ‘opið vatn’ triathlonstevnu, sum fyrireiking til Oyggjaleikir í summar. Serliga kvinnurnar kláraðu seg væl, við at gerast nummar 1, 2, 3 og 4 á OL-teininum, har serliga tíðirnar hjá nr 1 og 2 geva góðar vánir til heiðursmerki á Rhodos. Men eisini mennirnir fingu fínar tíðir, umframt gullheiðursmerki í veteran-bólkinum.

Á myndini niðanfyri síggjast tey sum luttóku á stevnuni: Sóley í Eyðansstovu, Karina Ottesen, Joan Bláfoss, Súsanna Skylv Sørensen, Andrass Joensen og Áslakur Nesá. Fleiri myndir kunnu síggjast her á Flickr, ella við at vitja heimasíðuna hjá Haderslev Tri 2000.

DSC_0204

Tíðirnar síggjast við splitt-tíðum her á Haderslev Tri 2007, og bólkaðar í aldursbólkum her. Eg kann til stuttleikar lista upp føroysku úrslitini her niðanfyri.

Navn 1500m svimjing + skift 40km súkkling Skift + 10km renning Tilsamans
Joan Bláfoss 00:24.42 01:10:09 00:37:18 02:12:09
Karina Ottesen 00:22:23 01:10:01 00:40:30 02:12:54
Súsanna Skylv Sørensen 00:24.01 01:14:59 00:42:43 02:21:43
Sóley í Eyðansstovu 00:31.18 01:15:18 00:52:47 02:39:23
Áslakur Nesá ? ? ? 02:14:06
Andrass Joensen 00:25.42 01:08:23 00:42:41 02:16.41

Tær fýra kvinnurnar gjørdust sum nevnt nummar 1, 2, 3 og 4, bæði í viðkomandi aldursbólki og av øllum. Tíverri var luttøkan rættiliga sløk hjá kvinnum, og plaseringarnar siga tí ikki so nógv um støðið hjá okkara kvinnum. Hartil er tað torført at samanbera tíðir millum triathlon, av tí at so stórur munur kann vera á teimum krøvum sum umstøðurnar seta (streymur, brekkur, veður osfr.) Men tað er væl áhugavert allíkavæl, at heiðursmerkjatíðirnar á Guernsey 2003 vóru ávíkavist 2:10:49, 2:16:41 og 2:20:44, og á Isle of Man 2001 ávíkavist 2:18:37, 2:25:38 og 2:27:27.

Teir báðir mennirnir gjørdust ávíkavist nummar 11 (Áslakur) og 14 (Andrass) í Haderslev, umframt at Andrass varð nummar 1 í sínum aldursbólki. Teir hava tó eina nógv meira ræðandi avbjóðing á Rhodos, við tað at vinnaratíðirnar hjá monnum vanliga liggja um ella niðanfyri 2 tímar (í Haderslev vann Michael de Bruijn við 1:56:16, á Guernsey Chris Volley við 1:57:36, og á Isle of Man Paul Clements við 2:00:25).

Ottar í Hjøllum fekk ikki luttikið í Haderslev vegna eksamiur runt vikuskiftið, og Gudmundur Joensen mátti eisini melda avboð vegna arbeiði. Men restin fekk so avgjørt ein góðan túr til Haderslev, har tey fingu roynt seg væl og virðiliga á teininum, umframt at vit høvdu nakrar hugnarligar løtur runt um sjálva kappingina.

Komandi vikuskiftið skulu í øllum førum Joan Bláfoss og Karina Ottesen luttaka í DM í sprint (t.e. 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning), bæði sum einstaklingar og lið. Tað vil siga at tær leygardag kappast sum einstaklingar, og so aftur sunnudag kappast sum eitt lið, har tríggjar skulu hjálpast at at koma so skjótt á mál sum gjørligt, uttan at munurin á málstrikuni millum nr 1 og 3 verður størri enn 10 sekund.