Fyrst kvalifiseraði hon seg í 100 frí; og síðani valdi hon at velja ta greinina frá, tá ið hon eisini kvalifiseraði seg í 50 frí. Enntá við betring av sínum egna amerikanska 50 metra langbana meti, frá 24.53 yvir 24.38 í hálvfinaluni til 24.25 í finaluni, har Lara Jackson eina løtu tók metið frá henni í innleiðandi við 24.50. Heimsmetið hjá Libby Trickett er 23.97, so Torres er væl á veg, nú hon hevur skorið 28 hundraðpartar av muninum, og tí bara hevur 28 eftir. Torres setti amerikanskt met fyrstu ferð sum 15 ára gomul, hevur sett heimsmet tríggjar ferðir, og fer nú at hava luttikið á OL yvir eitt tíðarskeið á 24 ár.
Tag: u.s. trials
Margaret Hoelzer sett nýtt heimsmet í 200 rygg
Hetta var tann 5. juli á olympisku úttøkukappingini hjá amerikanum. Nýggja heimsmetið er 2:06.09, har gamla metið hjá Kirsty Coventry frá í februar var 2:06.39. Videoin her niðanfyri vísir kappingina.
Continue reading Margaret Hoelzer sett nýtt heimsmet í 200 rygg
1-2 heimsmet sett í gjár
Tvs. tað eina varð ‘bara’ nágreiniliga sama tíð sum heimsmetið, sum SwimInfo sendir út sum “world record alert”, men sum vit onnur nokk ikki ordiliga rokna sum nýtt met. Men Michael Phelps setti altso nýtt heimsmet í 200 blandað við tíðini 1:54.80, har heimsmetið hjá honum frá í fjør var 1:54.98. Og Aaron Piersol svam somu tíð sum verandi heimsmet hjá Ryan Lochte í 200 rygg, við tíðini 1:54.32. Lochte sjálvur svam 1:54.34, og tá skal havast í huga at hann (Lochte) eisini svam til OL í 200 blandað móti Phelps, við 1:55.22 sum er triðskjótasta tíð í søguni. Lesið her og her á SwimInfo. Continue reading 1-2 heimsmet sett í gjár
Nýggj heimsmet í 100 rygg hjá monnum og kvinnum
Natalie Coughlin hevur betrað enn meira um sítt heimsmet í 100 rygg á langbana, tá ið hon nú í nátt gjørdist fyrsta kvinna undir 59 sekund í greinini, á amerikansku úttøkustevnuni til OL. Nýggja heimsmetið er 58.97, har hon í gjár svam 59.03. Og Aaron Piersol setti eisini heimsmet í nátt, tá ið hann við 52.89 betraði um sítt egna heimsmet ið var 52.98. Lesið her og her á SwimInfo.