Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.
Sum viðfesta mynd vísir, so stóð Kristian Martin sjálvur á kantinum og heppaði á Pál Joensen, tá ið Pál tók metið. Soleiðis er tað lukkutíð í føroyskari svimjing; at svimjararnir gjarna vil eiga metið eina løtu, men so eisini ynskja at tey verða tikin aftur. Vit skulu jú helst gerast betri og betri allatíð, so at okkara svimjarar ein dag kunnu standa seg móti heimsins kempum.
Og hvør veit, kanska er tann dagur her longu 1. desember, tá ið Pál og Kári og hini skulu kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, á heimabana í Tórshavn. Man torur einki at vænta, tí bara éitt gullmerki hevði verið óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Meen men… um vit hyggja at tíðunum, og at tíðunum hjá hinum… so sær tað gott út 🙂