USA Swimming almannakunnger nú tey 46 útstoyttu

Amerikanska svimjisambandið hevur nú lagt út ein lista við nøvnum á teimum 46 sum síðani 1991 eru útilokað frá amerikanskari svimjing fyri lívstíð. Listin telur millum annað fyrrverandi landsliðsstjóran Everett Uchiyama, útilokaður í 2006 fyri “inappropriate sexual behavior”. Craig Lord hevur her á SwimNews.com eina betri útgávu av listanum, har hann í greiðari talu hevur skrivað hvat tey ymisku eru útilokað fyri, heldur enn at brúka kotur sum amerikanararnir. Sambært honum eru 36 av hesum útilokað vegna kynsliga misnýtslu, 2 vegna svik, 2 vegna okkurt ikki tilskilað lógarbrot, 1 vegna ólógligan heilivág (doping?), og 5 uttan upplistin av orsøk, tí at ongar kotur funnust tá ið tey vórðu útstoytt.

Er USA Swimming nú eftir teimum sum slatra ?

Tað gongur einki serligt hjá USA Swimming fyri tíðina, eftir at fjølmiðlarnir byrjaðu at bora í søgunum um misnýtslu av børnum í amerikanskari svimjing. Fyrst vóru tað sjálvar ákærurnar um misnýtslu, og síðani ákæra um at USA Swimming ikki gjørdi nógv mikið. Síðani vísti USA Swimming á nýggjar leiðireglur, sum viðmerkjarar tó ikki hildu vera nóg mikið. Og nú skrivar The New York Times um tveir dómarar, sum meta seg vera útifrystir nú, tí at teir hava talað at tí tey kalla “a culture of sexual misconduct by coaches certified by the organization”. Lesið her á nytimes.com.

USA Swimming kunngjørt “7-Point Action Plan”

Amerikanska svimjisambandið hevur í dag kunngjørt eina ætlan í 7 stigum, til at kunna verja børnini sum best í svimjiumhvørvinum. Stigini eru serliga at endurskoða ta skipan sum tey longu hava, í mun til skipanir hjá øðrum ungdómsfelagskapum, og at útbúgva og kunna allar partar um hesa skipan. Ein lyklasetningur er nokk eisini hesin, at tað í síðsta enda hoyrir til løgregluna heldur enn svimjisambandið, at skula taka støðu í førum har talan kann vera um kynsligan ágang: “Sexual abuse is a criminal activity, and one that should be immediately reported to the local police. As a secondary level of reporting, anyone can file a complaint with the Executive Director of USA Swimming.”
Continue reading USA Swimming kunngjørt “7-Point Action Plan”

Í kvøld fær USA Swimming høggið

Tíðindasendingin “20/20” hjá ABC News fer í kvøld at viðgera pædofili-gøluna í amerikanskari svimjing, undir heitinum “Inside USA Swimming – Secrets and Betrayal”, har tilvísingin vælsagtans er til amerikanska svimjisambandið USA Swimming. Í tíðindum um gøluna søkir rásin aktivt eftir fleiri upplýsingum, við tilvísing til oyðublað “if you have more to add to this investigation”. Á heimasíðuni hjá USA Swimming verjir forsetin seg við at tey gera alt tað sum tey kunnu, og at har eru ósannindi í søguni. Men spurningurin er um tey fáa ein fót til jørðina, nú gølan í Vatikaninum koyrir við fullum blussi, samstundis sum til dømis SwimNews.com kann diska upp við líknandi søgum úr Bretlandi og Írlandi, har olymiskir venjarar fyrr eru dømdir fyri kynslig misbrot ímóti sínum svimjarum.
Continue reading Í kvøld fær USA Swimming høggið

USA vil loyva undantøkum frá regluni móti superdraktum, um orsøkin er religiøs ella læknalig

Amerikanska svimjisambandið hevur sum kunnugt sett bann fyri heildraktum í yngru aldursbólkunum, til at umganga at svimjiúrslit verða ein spurningur um hvør sum hevur flest pengar. Men nú slækka tey fyri banninum, til at umganga at diskriminera ávísar trúðarbólkar, og børn sum vegna sjúku skulu umganga beinleiðis sólarljós. Bannið verður fasthildið, men børn kunnu nú søkja um at sleppa undan, um tey hava orsøk til tess. Les SwimInfo.com

USA Swimming sett bann fyri heildraktum í yngri bólkunum

Sum tit kunnu lesa her í Washington Post, so bannar amerikanska svimjisambandið nú draktir sum eru longri enn til hálsin, knøini ella akslarnar á svimjarum á aldursbólkastevnum (12 ár og yngri). Yngru svimjararnir kunnu tó enn brúka heildraktir á senior stevnum; og hendan nýggja reglan fórbjóðar heldir ikki teimum stytru útgávunum av ‘superdraktunum’. Hugsanin hjá USA Swimming er at javnseta allar yngri svimjarar, so at svimjiúrslitið ikki verður ein spurningur um pengar. USA Swimming er fyrsta svimjisamband í heiminum, sum setur sovorðnar reglur í verk, meðan t.d. amerikanska college svimjisambandið NCAA nýliga hevur hevað sítt bann ímóti superdraktum. Les eisini SwimInfo.