Endiliga fann eg eina video frá Vansbrosimningen farna vikuskifti, sum tó tíverri ikki vísir ta stóru rúgvuna av svimjarum sum svumu í leypi av vikuskiftinum. Tey vóru yvir 11.600 luttakarar í ymisku kappingunum, 5 km og 1500 metrar ‘halvsim’ fríggjadag, 1000 metur ‘kortsim’ leygardag, og so sjálva Vansbrosimningen á 3000 metrar sunnudag.
Tag: Vansbrosimningen
Metnógvir luttakarar í Vansbrosimningen
Í Vansbro í Svøríki hava tey síðani 1950 skipað fyri sokallaðu Vansbrosimningen, sum á sama hátt sum til dømis skírenningin Vasaloppet, súkklukappingin Vätternrundan og rennikappingin Lidingöloppet er tað tey kallað “En svensk klassiker“. 3000 metrar í Vanån og Västerdalälven, sum í fjør hevði metnógvar 5500 luttakarar, og í ár aftur setur met við yvir 11000 luttakarum, ið nú gevur teimum heiður “heimsins størsta svimjikapping”. Sí www.vansbrosimningen.se