Føroysku svimjararnir royndu seg aftur í dag á HM á stuttgeil 2016, og gekk tað væl betri enn í gjár. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti persónligt met í 200 frí, umframt at Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 100 frí.
Tag: Windsor 2016
Varlig byrjan uppá HM á stuttgeil 2016
Nú hava føroysku svimjararnir roynt seg í fyrstu innleiðandi riðlum, her á HM á stuttgeil 2016 í Kanada, og tað kundi hava gingið betri. Pál og Óli royndu seg í 400 frí, og Sára í 200 frí.
So er tað (skjótt) HM á stuttgeil 2016
Nú týsdagin hin 6. desember byrjar HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil 2016, í kanadiska býnum Windsor nær Detroit í USA. Úr Føroyum luttaka tríggir svimjarar, og byrjar ferðin hjá tí eina í dag, meðan hinir báðir koma afturat í kvøld og í morgin.
Úttøka til HM á stuttgeil 2016
Kunning vegna SSF
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Windsor í Kanada frá týsdegi 6. til sunnudag 11. desember 2016.
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
Magnus og Frans úttiknir til HM á stuttgeil 2016
Danska Svimjisambandið hevur nú kunngjørt sítt landslið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2016, sum verður í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember 2016. Tilsamans verða tey 16 svimjarar sum fara at umboða Danmark har, íroknað Magnus Jákupsson og Frans Johannesen.
![Magnus og Frans. Jákup Jacobsen eigur myndina](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2016/11/DSC_8867-1-1200x795.jpg?resize=660%2C437)
Continue reading Magnus og Frans úttiknir til HM á stuttgeil 2016
Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016
Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.
Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.
![Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2016/08/windsor-wfcu.jpg?resize=500%2C321)
HM á stuttgeil 2016 verður í Windsor, Kanada
Altjóða svimjisambandið FINA avgjørdi í gjár at geva Windsor í Kanada HM á stuttgeil í 2016, sum er 13. heimsmeistarastevna í røðini. Hetta var í kapping við Hong Kong, Abu Dhabi og Ashgabat í Turkmenistan, nokk so spennandi hjá okkum at sleppa tvørtur um hav, tá einaferð upp undir jól í 2016. Næsta HM á stuttgeil verður í Doha í Katar í 2014. Sí FINA.org.