Phelps fer í ‘jammers’ á World Cup

Ja, hetta hevur verið nevnt fyrr, at Phelps ætlar sær at svimja í stuttibuksum á World Cup í Stockholm og Berlin. Men nú hevur reachforthewall.com nøkur citat afturat frá Phelps sjálvum, har hann meira ella minni bjóðar Biedermann av, at gera tað sama.

“I’m going to have my jammer on,” Phelps said. “If anyone wants to put a jammer on, feel free. I’m getting ready for where the sport is going. If I’m going to be wearing this for the next three years, I’m going to start now.”

Men hetta merkir ikki at Phelps væntar sær at vinna, fyri tað um hann letur seg í so lítið. Hann viðgongur at Biedermann ‘knústi’ hann í summar, og at tað væl kann henda aftur nú. Men hann heldur seg altso til stuttibuksurnar allíkavæl.

“He crushed me this summer,” Phelps said. “If he destroys me, he’s going to destroy me … I’m focused on what I have to do.”

Continue reading Phelps fer í ‘jammers’ á World Cup

Útselt til World Cup í Stockholm

Sviar fegnast á www.simma.nu, um at tað fyri fyrstu ferð er útselt til báðar finalupartarnar á World Cup í Stockholmi, síðani svenski parturin av World Cup flutti úr Malmö:

Utsålt på World Cup i Stockholm. Riktigt, riktigt kul! Det är första gången sedan World Cup gick i Malmö – man har sålt ut en föreställning och inte bara en ett pass utan bägge finalpassen. Vill du titta på WC i Stockholm så får du nu ta tillfället att titta på försökstävlingarna istället eller titta på TV där det också är frikostiga sändningar.
Continue reading Útselt til World Cup í Stockholm

Pál og tvey afturat til World Cup í heyst

Pál Joensen fer í november at luttaka á World Cup stevnuni í Moskva tann 6. til 7. november, í Stockholm tann 10. til 11. november, og í Berlin tann 14. til 15. november. Í hesum sambandi hevur Svimjisamband Føroya avgjørt, at senda teir føroysku svimjarar av hvør sínum kyni afturat Pál Joensen til World Cup í Berlin, sum í tíðarskeiðnum 1. september til 31. oktober 2009 náa hægsta FINA stigatal í einari svimjigrein, á offisiellari svimjistevnu.

Nú eftir fyrstu svimjistevnu í hesum tíðarskeiði, er støðan tann, at tað í løtuni eru Mona Simonsen úr SuSvim og Pauli Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum liggja til at sleppa við til Berlin.

Topp 3 hjá kvinnum:

  1. Mona Simonsen, SuSvim, 400 frí, 4:28.40 – 700 FINA stig
  2. Birita Debes, FLOT, 50 rygg, 30.46 – 670 FINA stig
  3. Shaila millum Garðarnar, SuSvim, 50 frí, 27.43 – 652 FINA stig

Topp 3 hjá monnum:

  1. Pauli Ø. Mohr, FS, 50 frí, 23.65 – 686 FINA stig
  2. Kári J. á Høvdanum, Ægir, 50 rygg, 26.46 – 672 FINA stig
  3. Andrass Thomsen, HS, 400 frí, 4:10.77 – 640 FINA stig

Continue reading Pál og tvey afturat til World Cup í heyst

Lurz og Okimoto vunnu World Cup í Keypmannahavn

Thomas_LurzTýski Thomas Lurz vann 10 km World Cup kappingina fyri menn í kanalunum rundt Christiansborg í morgun, og brasisla Poliana Okimoto kappingina fyri kvinnur. Danir siga “ikke overraskende” um Lurz, sum er imponerandi tá ið man hugsar um at Lurz var bara nøkur fá sekund framman fyri nummar tvey og trý, við tíðini 1:57.40, har bulgarski Petar Stoychev kláraði 1:57.43 og russiski Sergay Bolshakov 1:57.48. Danski OL-svimjarin Julie Hjorth-Hansen mátti gevast vegna kulda… sum má hava verið heldur ógvusligur, síðani at danski Martin Pedersen gavst longu eftir 2 km, av somu orsøk. Myndirnar eru av vinnarunum, við vælvild frá danska svimjisambandinum.

Poliana_Okimoto
Continue reading Lurz og Okimoto vunnu World Cup í Keypmannahavn

Phelps skiftir longu nú til stuttibuksur

SwimNews.com skrivar her, at Michael Phelps ætlar sær at svimja í “the 2010 cut of suit”, á World Cup stevnunum í Berlin og í Stockholmi í november. Venjarin Bob Bowman sigur, at teir ikki fara eftir góðum tíðum, men fyrst og fremst sum fyrireiking til OL í London í 2012. “This year is all about the training”, sum tað eisini stendur á reachforthewall.com. Og so verður spennandi at síggja, hvat ið t.d. Paul Biedermann fer í, um teir báðir skulu møtast aftur í 200 frí.

So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007

SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a.  um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.

Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.

Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “

Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað

Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.

2 heimsmet afturat í Berlin

Stefan Nystrand setti í dag sítt næsta heimsmet á World Cup í Berlin, tá ið hann svam 50 frí í tíðini 20.93 sekund, har gamla metið hjá suðurafrikananum Roland Schoeman var 20.98. Og brasilski Thiago Pereira setti nýtt heimsmet í 200 blandað við 1:53.14, har amerikanski Ryan Lochte átti gamla á 1:53.31. Lesið her og her á SwimInfo.

Her er ein video av heimsmetinum hjá Pereira. Vóni at tit skilja portugisiskt 🙂

Og her er heimsmetið hjá Stefan Nystrand á svenskum