Startlistin til 400 í Moskva klárur

So er startlistin til World Cup í Moskva endiliga tøkur, fyri kappingarnar sum verða í morgin árini. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 400 frí, við tilmeldingartíðini 3:40.12 frammanfyri russisku Aleksandr Selin á 3:44.29, Victor Polyakov 3:44.82 og Alexander Shimin á 3:44.84. Startlistin til 1500 metra frí er ikki tøkur enn, men um vit gita at teir flestu av teimum eisini royna seg í 400 frí, so sær tað eisini heilt hampuliga gott út har.

Pál Joensen í "Olimpiyskiy"
Continue reading Startlistin til 400 í Moskva klárur

Vollmer og Pereira vunnu hvønn sín bil í Berlin

Amerikanska Dana Vollmer og brasilski Thiago Pereira vunnu hvønn sín VW Scirocco í dag, fyri besta avrik á World Cup stevnuni í Berlin. Vollmer svam 55.59 í 100 firvald, sum gevur 971 FINA stig, og Pereira megnaði at svimja seg til 966 FINA stig við 1:52.81 í 200 blandað. Stuttligt hjá teimum, at skula fáa bilarnar yvir um hav, men Vollmer er so í øllum førum glað.

worldcup-berlin2010-heidursmerkjaskamlarnir
Continue reading Vollmer og Pereira vunnu hvønn sín bil í Berlin

Startlistin til World Cup í Stockholm klárur

Startlistin til World Cup í Stokkhólmi sæst nú her á simforbundet.se, har vit millum annað síggja at Pál skal kappast ímóti Paul Biedermann og Yannick Agnel í 400 frí, og ímóti evropameistaranum frá EM á langgeil í summar, franska Sébastien Rouault í 1500 frí. Hartil fara Birita Debes og Magnus Jákupsson sum kunnugt eisini at luttaka, við heilt góðum styrkismetingum í mun til teirra unga aldur.
Continue reading Startlistin til World Cup í Stockholm klárur

Pál vann silvur í 1500 frí

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag aftur silvur í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin var 14:47.39, ið er fjórðbesta tíð í heiminum í ár, men tó eitt gott vet frá ætlanini at svimja undir 14:40. Niðurlendski Job Kienhuis vann kappingina við tíðina 14:40.11, sum er besta tíð í heiminum í ár.

worldcup-berlin2010-2-silvur
Continue reading Pál vann silvur í 1500 frí

Stuðli Páli við at stuðla okkum

Tað er nú kl 14:25 at Pál fer at svimja um gullið í Berlin, sum greiður favorittur í 1500 frí. KVF sendir beinleiðis; men tit kunnu hartil stuðla Páli Joensen og føroyskari svimjing yvirhøvur, við at tendra eina teldu og fara á www.svimjing.com/live. Her telur nevniliga hvør vitjan, til at vit kunnu vísa á áhugan fyri svimjing.

worldcup-berlin2010-heidursmerkjaskamlarnir

Pál Joensen nú í argentinskum miðlum eisini

Tey skriva gott nokk um sín egna Esteban Jesús Paz, í greinunum í El Depornauta og El Diario de La Pampa, og um hvussu ‘hvørt tak er lagnan sum leiðir ímóti HM í Dubai’, nú hann gjørdist nummar 12 í innleiðandi 400 blandað, og nummar 16 í innleiðandi 400 frí. At hann í 400 frí við tíðini 3:52.84 svam sína næstbestu tíð nakrantíð, eftir at hava sett argentiskt met í Rio de Janeiro farna mánaða, við 3:51. Men nú man allíkavæl skrivar, so noyðist man líkasum eisini at nevna, at Biedermann vann við 3:42.31, at Pal Joensen úr Føroyum vann silvur við 3:44.45, og at niðurlendski Job Kienhuis vann bronsu við 3:45.27 🙂