Teir báðir Pál og Jón fóru út í gjøgnum bakdyrnar, men rendu seg allíkavæl í autograf-jekarar. Summi av teimum høvdu enntá myndir við av Páli, at fáa signeraðar !! 😀
Teir báðir Pál og Jón fóru út í gjøgnum bakdyrnar, men rendu seg allíkavæl í autograf-jekarar. Summi av teimum høvdu enntá myndir við av Páli, at fáa signeraðar !! 😀
Jón Bjarnason tosar her við Kringvarp Føroya um finaluna í 400 metra frísvimjing í dag, og um útlitini til 1500 metra kappingina í morgin:
World Cup 2010 – Jón ÚF 20101030 by svimjing
Continue reading Tvær útvarpssamrøður í dag
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við tíðina 3:44.45 aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:42.31, og frammanfyri niðurlendska Job Kienhuis á 3:45.27, sum er nærmasti kappingarneyti um gullið í 1500 metrar frísvimjing í morgin.
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.
Videoboð úr Berlin kl 19.05 í kvøld.
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen luttekur nú leygardagin 30. til sunnudagin 31. oktober á World Cup í Berlin, har hann í fjør vann silvur í 1500 metra frísvimjing. Hann er í ár styrkismettur at vinna bronsu í 400 metra frísvimjing, og gull í 1500.
Fyri løtu síðani sendi Bjarnason eina videoheilsan úr Berlin.
Pál Joensen fer sum kunnugt at luttaka á World Cup í Berlin her í vikuskiftinum, sum favorittur til at vinna gull í 1500 metra frísvimjing, og við heiðursmerkjavónum eisini í 400 frí. Tó so hevur Kringvarp Føroya enn ongar formligar ætlanir um at senda beinleiðis frá hesum, sambært skránni á kringvarp.fo – og her á svimjing.com fara vit tí at gera alt sum stendur í okkara makt, so at til ber at fylgja við beinleiðis á www.svimjing.com/live
Continue reading Fylgið við World Cup beinleiðis á svimjing.com/live