Pál ein av favorittunum til heiðursmerki í Berlin

Startlistarnir til World Cup í Berlin liggja nú her á www.fina-arena-worldcup.de, við føroyskari luttøku í kraft av Páli Joensen. Styrkismetingin er góð, at Pál hevur greitt best tilmeldingartíð í 1500 frí, umframt triðbestu í 400 frí, aftanfyri týska heimsmeistaranum Paul Biedermann og russiska Mikhail Polishchuk. Týskarar nevna eisini Pál sum ein av favorittunum, tá ið teir á heimasíðuni hjá Der Deutsche Olympische Sportbund viðgera møguleikarnar hjá Paul Biedermann at vinna 400 frí.

“Den Triumph über 400 Meter wollen ihm der EM-Zweite über 1500 Meter Pal Joensen (Faroer Inseln) und der Russe Mikhail Polishchuk (Weltcup-Zweiter in Singapur und Peking) streitig machen.”

Marshall filmaði sínar kappingar á World Cup í Beijing

Amerikanski ryggsvimjarin Peter Marshall valdi á World Cup stevnuni í Beijing herfyri at filma sínar kappingar sjálvur (!), við einum GoPro action-kamera. Snøgt sagt ein einastandandi møguleiki hjá okkum øðrum at sleppa at vera har í ‘last call room’ og á kantinum, har stongt annars er fyri øllum uttan teimum sum hava røttu akkreditatión.

Her svimur hann 100 rygg …

Beijing Race from Peter Marshall on Vimeo.

Continue reading Marshall filmaði sínar kappingar á World Cup í Beijing

Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Danska Svimjisambandið kunnger nú her teir svimjarar sum eru úttiknir til World Cup í Stockholm og EM á stuttgeil í Eindhoven, umframt teir sum eru ‘forhondsúttknir’ til HM á stuttgeil. Tríggir rættiliga áhugaverdir listar, har allur hópurin fer til World Cup í Stockholm, og har tey síðani verða býtt sundur í tey fýra bestu sum satsa uppá HM, og so hini sum fara til EM.
Continue reading Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

World Cup skráin er klár

FINA hevur nú kunngjørt skránna fyri World Cup stevnurnar í heyst, at vera í Rio, Beijing, Singapore, Tokyo, Berlin, Moskva og Stockholm. Serliga merkisvert er at kappingin í Dubai er avlýst, sum annars fyrr varð kunngjørd at skula vera, millum annað til at testa umstøðurnar har áðrenn HM í desember.
Continue reading World Cup skráin er klár

Nú eru Tokyo og Dubai eisini World Cup býir

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt skránna fyri World Cup stevnunar í 2010, við ávísum broytingum í mun til 2009. Vekk eru stevnurnar í Durban í Suðurafrika og tann allíkavæl í 2009 avlýsta stevnan í Rio de Janeiro í Brasil, og í staðin koma Dubai og Tokyo. Hartil er raðfylgjan á hinum stevnunum umrokerað eitt sindur, so at skráin fyri 2010 nú sær soleiðis út:

  • 9. – 10. oktober: Dubai (UAE)
  • 16. – 17. oktober: Singapore (SIN)
  • 20. – 21. oktober: Tokyo (JPN)
  • 30. – 31. oktober: Berlin (GER)
  • 2. – 3. november: Moskva (RUS)
  • 6. – 7. november: Stockholm (SWE)

Continue reading Nú eru Tokyo og Dubai eisini World Cup býir