15-ára gamla Mie Ø. Nielsen gjørdi her um vikuskiftið ein ordiligan vørr á World Cup í Berlin, tá ið hon millum annað setti danskt juniormet í 100 frí við 54.03, og svam seg til eitt sættapláss í finaluni í 400 frí við nýggjum donskum juniormeti 4:06.51, frammanfyri norsku Cecilie Johannesen sum annars við 4:06.56 tók 15 ára gamla norska seniormetið frá Irene Dalby. Mie tók juniormetið í 400 frí frá sjálvari Lotte Friis, og megnaði hartil at svimja skjótari enn Friis í innleiðandi 200 frí, við 1:58.84 í mun til 1:59.61, har hvørki hon ella Friis tó komu í finalu. Mie er dóttur danska OL-silvurvinnaran Benny Nielsen, sum tit sikkurt sóu rósa Pál og Jón í DR-sendingini leygarkvøldið. Les t.d. politiken.dk.
Tag: World Cup 2011
Missy Franklin má takka nei til kanska 70.000 dollarar vegna NCAA-reglur
High school gentan Missy Franklin klárar seg so mikið væl á World Cup – millum annað við at seta heimsmet í 200 metra ryggsvimjing í Berlin – at hon kann koma at vinna upp til 50-70.000 dollarar í pengapremium, eisini um hon ikki fer avstað við høvuðsvinninginum á 100.000 dollarar. Men, hon noyðist allarhelst at siga nei takk til pengarnar, um hon í framtíðini ynskir at kunna luttaka í NCAA-kappingum á amerikanskum universitetum, har tey hava rættiliga hørð krøv um at íðkararnir skulu vera amatørar. Les SwimmingWorld Magazine.
Update: Her er ein longri grein um støðuna hjá Missy Franklin.
Rouault vann 1500 frí í Berlin
Sebastien Rouault vann 1500 frí í Berlin við tíðini 14:48.31. Sergrii Frolov og Manuel Schwarz gjørdust ávikavist nr 2 og 3 við tíðunum 14:50.15 og 15:03.18. Rouault, Frolov, Joel Ax og Anders Lie kappaðust tær fyrstu 300 m. Hereftir fóru Frolov og Rouault undan hinar. Frolov sum hara og Rouault undir liðini til 250 m vóru eftir og Rouault setti ferð á. Lie hevði ein góðan endaspurt men varð ov stuttur til medalju við tíðini 15:03.86.
Continue reading Rouault vann 1500 frí í Berlin
Føroyingur í finalu á World Cup í Berlin
Frans Johannesen megnaði í dag at svimja seg í finaluna í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við fimtbestu tíð av øllum, 3:47.24 aftanfyri týsku Paul Biedermann og Christian Kubusch á ávíkavist 3:44.85 og 3:46.20, bretska Ross Davenport á 3:46.86, og serbiska Stefan Sorak á 3:47.14. Kvartføroyingurin David Carry kláraði akkurát ikki at koma í finaluna, við 3:48.02, og skjótastu fullblóðsdani var so Anders Lie sum nummar 10 við 3:48.02. Sí úrslitalista eftir innleiðandi her.
Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm
Pál Joensen megnaði her seinnapartin at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Stokkhólmi, við tíðini 14:52.00 væl frammanfyri serbiska Stefan Sorak á 15:06.57 og brasilska Marcos Oliveira á 15:13.19. Hetta gjørdist ein solosvimjing av teimum heilt stóru, har allir mótstøðumenn uttan Sorak vórðu yvirhálaðir við tveimum hyljalongdum, og har tað eftir teir fyrstu 800 heldur ikki var nakar ivi um hvør sum fór at vinna. Sí úrslitalistan her.
Continue reading Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm
Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011
Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á stóru World Cup stevnuni í Stockholm, við tíðini 3:45.50 í 400 metra frísvimjing. Hetta var í harðari kapping við serbiska Stefan Sorak á 3:45.09 og kinesiska Zhongchao Zhang, eitt vet aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:43.45.
Continue reading Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011
Video frá World Cup í morgun
Video er nú at síggja á www.youtube.com/svimjing, frá føroysku luttøkuni á World Cup í Stockholmi í morgun. Her niðanfyri er tað Pál Joensen sum svimur seg víðari til finaluna í 400 frí.
Pál í 400 frí finalu á World Cup í Stockholm 2011
Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til finaluna í 400 frí á World Cup í Stockholmi, sum verður nú seinnapartin umleið klokkan 15:40 føroyska tíð. Hann svam seg rættiliga trygt í finaluna, við næstbestu tíð av øllum, 2:49.11 aftanfyri serbiska Stefan Sorak á 3:48.62 og frammanfyri týska Paul Biedermann á 3:50.33.
Okkara ungu svimjarar hava eisini allir roynt seg í morgun, Magnus Jákupsson í 100 rygg og 50 firvald, Birita Debes í 50 rygg og 50 frí, Óli Mortensen í 400 frí og Guðrun Mortensen í 50 frí. Tíðirnar vóru eitt sindur frá bestu tíðum, men stemningurin er tó góður í føroyska leirinum, tey eru fyrst og fremst við til at venja kapping á sovorðnum støði.
Sí úrslitalistar her. World Cup finalurnar kunnu síggja beinleiðis á netinum, sí t.d. www.svimjing.com/live
Jón skrivar og metir um á Suðurrás
Spennandi lesnaður her á Suðuroyarportalinum:
Pál Joensen sum seinastu 18 dagarnar hevur vant hjá heimsmeistaranum í 1.500m frí frá Perth (Australia) í 1991 Jørg Hoffmann úr Eysturtýsklandi, skal til hesa kappingina royna seg í 400 & 1.500m frí. Tað er allar fyrst 1.500m sunnudagin sum okur vilja hava skal ganga gott, tí hendan tíðin skal nýtast sum tilmeldingartíð til Evropameistakappingina á stuttgeil sum verður í Pólandi í desembur, Pál skal tá svimja 1.500m frí á sínum 21 ára føðingardegi.
Væl framkomin til Stockholm
Tað hevur verið ein nokk so langur og pakkaður dagur, men nú eru vit so endiliga komin á hotell-rúmini, eftir venjing í Eriksdalsbadet og ein fínan náttverða her á hotellinum. Øll eru her uttan Pál sum kemur í morgin, rættiliga væl fyri og klár til svimjistevnu í vikuskiftinum. Vónandi gongur tað gott, tey hava í øllum førum verið røsk inntil nú 🙂