Uha, Yannick Agnel setti í morgun nýtt evropamet í 800 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á fronsku meistarastevnuni svam teinin uppá 7:29.17, har evropametið hjá Federico Colbertaldo frá superdrakts-tíðini í 2009 var 7:31.18. Tað er bara Grant Hackett sum hevur svomið skjótari uttan superdrakt, 7:25.28 í 2001, meðan heimsmetið hjá Hackett er 7:23.42 frá kapping í Melbourne í 2008. Agnel hevur sjálvsagt kvalifiserað seg til finaluna í 800 metra frísvimjing, har í Angers, sí úrslitalistan her.
Tag: Yannick Agnel
Video frá tá ið Agnel setti heimsmet í dag
Franska Eurosport hevur video her frá teimum 400 í dag. Um tað ikki riggar at brúka videorútin niðanfyri, so kann tað møguliga rigga (sum her hjá mær) at brúka hetta leinki: http://video.eurosport.fr/natation/championnats-de-france/2012/le-record-du-monde-de-yannick-agnel_vid254572/video.shtml
Yannick Agnel 3:32.25 og nýtt heimsmet í 400 frí
Yannick Agnel setti í dag nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann á fronsku meistarastevnuni svam teinin uppá 3:32.35, har heimsmetið hjá Paul Biedermann frá World Cup í Berlin í 2009 var 3:32.77 (tá svomið í superdrakt). Sí t.d. Speed Endurance.
Agnel droppar 400 frí á HM í Shanghai
Franski Yannick Agnel er raktur av onkrari ígerð í lungunum, sum noyðir hann at broyta luttøkuna á HM í Shanghai í summar. “Antibiotika, ein góð vika í seingini, og so eru vit aftur um 6 vikur”, verður venjarin Fabrice Pellerin endurgivin fyri at hava sagt í L’Équipe. Ætlanin nú er at luttaka í 200 frí og 4×200 frí, men ikki 400 frí og allahelst heldur ikki 4×100 frí, hóast hann í 400 frí hevur næstbestu tíð í heiminum í ár. Les speedendurance.blogspot.com
Biedermann fekk bara silvur í 400 frí
Týski Paul Biedermann hevði sett nøsina ímóti at fáa tvey gull í Budapest í 200 og 400 frí, har hann eigur heimsmetini. Men í dag tapti hann við 13/100 sek í 400 frí til unga fransmannin Yannick Agnel, ið longu er skýrdur til at vera ein komandi stjørna. Vinnaratíðin var 3.46.17. Heimsmetið er 3.40.07.
Tað er Paul Biedermann til høgru
Her er eitt prátt á Youtube við Biedermann áðrenn missiónin hjá honum miseydnaðist.