Skrásettir brúkarar á svimjing.com kunnu nú senda ein teldupost til post@svimjing.com, sum so verður vístur á heimasíðuni, við viðfestum myndum og øllum. Ein loysn sum skal gera tað lættari hjá okkum at senda tíðindi heim av Rhodos, til dømis við hjálp av fartelefonum.
Krøvini eru rímiliga einføld, til at kunna fáa tilfar víst á heimasíðuna. Tú vera skrásettur brúkari á svimjing.com – tvs. hava stovnað tær eina konto – og so senda teldupostin frá teirri teldupostadressu sum hoyrir til kontoina. So er annars bara at skriva teldupost sum vant, viðfesta fílur, og senda til post@svimjing.com.
Heimasíðan kannar regluliga teldupostadressuna post@svimjing.com , og skipar so allar innkomnar teldupostar út í viðkomandi bloggar. Altso um eg (Rókur) sendi ein post, so endar hann automatiskt í mínum bloggi. Um hinvegin onkur ikki-skrásettur sendir tilfar inn, ella eg sendi frá skeivari teldupostadressu, so fer telduposturin beint í skrell.
Fleiri fartelefonir kunnu senda teldupost, og tí er bara at tryggja sær, at hendan teldupostadressa hjá fartelefonini er tann sama sum tú ert skrásett/ur við á svimjing.com. Tað fært tú gjørt við at trýsta á leinkið ‘Mín konto’, tá ið fyrst tú ert innritað/ur, og síðani á ‘Broyt’. Um tú ivast hvør adressan hjá fartelefonini er, so royn at senda ein teldupost frá fartelefonini til onkra aðra telduposttænastu hjá tær – so sært tú adressuna sum avsendari.
Tíverri kann bara éin teldupostadressa skrásetast til hvørja konto (enn), og tú mást tú velja at skráseta hana á svimjing.com sum tú heldur vera lættast at senda frá, tá ið fyrst tú stendur á Rhodos. Altso einki við at brúka arbeiðs-teldupost-adressuna, um ikki tú kanst fáa samband til hana eisini á Rhodos.
Onkrar aðrar avmarkingar eru. Skipanin loyvir bara viðfesti av slagnum jpg, jpeg, gif, png, txt, html, doc, xls, pdf, ppt, pps, odt, ods og odp, og har er ein avmarking á hvussu nógv tú kanst senda upp í senn (og tilsamans). Í løtuni kanst tú í mesta lagi senda 1 MB í hvørjari uppsending, og í mesta lagi 20 MB tilsamans, men tað kann væl hækkast um neyðugt. Tað ber eisini til at loyva fleiri sløgum av fílum, enn tær sum vórðu nevndar omanfyri. Sigið bara frá, um tit halda at okkurt slag manglar.
Eg uppdagaði nú í áðni ein lítlan bug, sum er at skipanin ikki tolir serliga væl at viðfestu fílurnar hava føroyskar stavir í fílunavninum. Royndi at senda eina fílu kallað svangaskarð.jpg, sum so reyk út tí at eitt ‘ð’ var í fílunavninum. Fari at royna at loysa hetta, men fyribils mugu tit so bara royna at stýra uttan um serstavirnar.
Skipanin kannar í løtuni hasa teldupostadressuna hvørt 15. minutt, sum vónandi er nóg ofta til at fólk ikki føla at tey bíða ov leingi eftir tíðindum. Kanska eg broyti tað til hvørt 5. minutt eot., tá ið fyrst kappingin byrjar har suðuri.
Men altso, tað er bara at royna, og burdi verið ógvuliga einfalt.
Hesin postur er sendur í telduposti. Viðfesti eina mynd, bara til at vísa at tað riggar. Og ja, hon verður tíverri ikki víst (enn), men tað kemur kanska seinni. Tað tó at síggja hana um tit trýsta á viðkomandi leinki. Drongurin er næstyngsti sonurin sum hyggar sær við Toftavatn.
Posturin kann síggja ljótur út á heimasíðuni, við tað at hann skiftir reglu alt ov tíðliga (“yrkingaformat”, nærmast). Tað vísir seg tó at ‘man’ (høvundurin ella onkur umsitari) bara skal fara inn og velja at broyta postin, einki broyta, og so goyma hann aftur. So sær alt normalt út. Eg skal fara at kanna um nakað er at gera við handan trupulleika, men annars má eg bara seta bróður Bartal upp á uppgávuna, meðan Otttar og eg eru á Rhodos.