Tað er løgið sum tað enn er lív í kjakinum í superdraktum, nú eftir at tey 175 londini á FINA kongressini í Rom við 168 ímóti 6 atkvøðum mestsum einmælt samtyktu at forbjóða teimum. Á scaq.blogspot.com koyrdi Tony Austin í juli og august meira ella minni eina hetz ímóti avgerðini, og fyri draktunum, sum minnti um ‘ein øvutan Craig Lord’. Og aðra staðni hava tað eisini verið viðmerkjarar sum nú fóru at tala fyri draktunum, hóast tað er rættiliga ringt at koma afturum aftur nú. Hinvegin, so eru tey summi sum ikki vilja bíða til 1. januar, sum t.d. amerikansku ‘High Schools’ og fraklendingar, har fraklendingarnir fyri tað fyrsta vilja forbjóða draktunum í sínum landi longu frá 15. september, og hartil ætla at fáa LEN congressina tann 18.-19. september at samtykkja eitt forboð móti superdraktum á EM í Istanbul í desember.