Lotte Friis talar at sparingunum í donsku úrvalsítrótti

Áhugaverd grein her í berlingske.dk, hjá nýkosna heimsmeistaranum Lotte Friis, har hon talar at avgerðini hjá donsku stjórnini, at spara 20 milliónir krónur í donskum úrvalsítrótti, av teimum pengum sum longu eru fáir.

Hon nevnir millum annað beinleiðis upphæddirnar sum hon hevur fingið í studningi og sponsorpengum tilsamans áðrenn skatt – 52.600 kr í 2007, 144.000 kr í 2008 og væntandi 144.000 kr í 2009 – í mun til at venja 28-34 tímar um vikuna, koyra 7-8 tímar um vikuna til og frá venjing, og vera heimanífrá einar 100-120 dagar um árið. At hon mátti lána til ein bil, so at hon ikki skuldi brúka eyka tíð uppá almennan flutning. At hon ikki hevur tíð til at brúka tíð uppá at skaffa sær meira pengar, við arbeiði ella frá stuðlum. Og at hon enn má búgva heima hjá foreldrunum, til at fáa tað at mala runt.

Og kanska enn meira áhugavert, so nevnir hon eisini at tann nógva tíðin til svimjing nokk gongur út yvir hennara sivilu ætlanir, við tað at hon til dømis ikki slapp inn at lesa jura í ár. “Mine karakterer i skolen kunne være bedre, hvis jeg havde været der noget mere”. “Hvis jeg skulle have truffet et rationelt valg, hvor jeg så på min livstidsøkonomi og karriere burde jeg være stoppet med at svømme på topniveau for to år siden”.

Friis ætlar sær enn at venja fram ímóti OL í London í 2012, at royna at vinna heiðursmerki har. Eftir tað fer hon at taka tað eitt ár í senn, har avgerðin fellur partvís uppá hugin at svimja, og partvís uppá hennara fíggjarligu støðu.

Orsøkin hjá henni til soleiðis at lata upp fyri sín dagligdag, er at fáa politikarnar at skilja, at tað skulu fleiri pengar til úrvalsítróttin, um tey skulu kunna gera seg galdandi. Annars fer danskur úrvalsítróttur einans at framleiða talent í nøkrum avmarkaðum ítróttargreinum. Hon samanber við Týskland, Spania, Italia, Ongland og Fraklandi, har úrvalsíðkararnir eru meira ella minni statsprofessionellir. Og endar við at siga, at núverandi karmar gera at danir ikki longur kunnu gera seg galdandi í mun til lond sum tey plaga at samanbera seg við, so sum Niðurlond, Grikkaland, Ongland, Avstralia og Nýsæland… og við hini skandinavisku londini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.