Mie Ø. Nielsen 56.11 í flúgvandi 100 frí á langgeil

Danska Mie Ø. Nielsen svam aftur eina fantomtíð í morgun, tá ið hon í stafettini 4×100 blandað sum síðsta genta í stafettini svam 100 frí á langgeil uppá 56.11 sekund. Hon hevði tá sjálvsagt fyrimun av ‘flúgvandi starti’, har man vinnur eitt sindur av tíð við at byrja startlopið akkurát soleiðis, at føturnar sleppa í tí at undanfarni svimjarin kemur á mál. Men 56.11 er allíkavæl ein ófatiliga góð tíð, tá ið man hugsar um at danska juniormetið hjá Jeanette Ottesen frá 2003 er 56.89, at føroyska metið hjá kvinnum er 59.63, og at føroyska juniormetið hjá kvinnum er 1:03.10. At einans fýra føroysk mannfólk sambært SwimRankings hava svomið 100 frí skjótari. Og at Mie ikki enn hevur veruligan junioraldur.

Her tosar svoem.dk við høvuðsvenjaran hjá Aalborg



Nakrar tíðir hjá Mie á DM 2010, samanbornar við okkara støði

400 frí: 4:19.72 (føroyskt met 4:31.38, juniormet 4:41.81)
800 frí: 9:00.99 (føroyskt met 9:18.65, juniormet kravtíð 9:46.92)
50 rygg: 29.82 (føroyskt met 30.78, juniormet 31.18)
100 rygg: 1:02.33 (føroyskt met 1:06.75, juniormet 1:08.79)
200 rygg: 2:20.99 (føroyskt met 2:24.41, juniormet kravtíð 2:33.57)
200 blandað: 2:19.94 (føroyskt met 2:31.16, juniormet kravtíð 2:32.85)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.