Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark greiðir nú her á svoem.dk frá donsku testskipanini, og frá hvussu sonevnda ‘OL finalu tabellin’ hjá dønum er gjørd. Við endurtakandi viðmerking, at skipanirnar fleiri ferðir eru vístar teimum allarflestu donsku úrvalsvenjarunum.
Danir brúka í løtuni at testa almenna ‘dry land’ styrki tvær ferðir um árið, og at testa í hylinum 6 ferðir um árið. Testir í hylinum eru til dømis 3000 ella 5000 metrar test til at máta úthaldni, 10 x 200 ‘step test’ til at finna mjólkasýrukurvu, og 3 x 25 svim/bein/arm til at staðfesta max ferð.
OL finalu talvan verður funnin við at meta um kravdu tíð til at sleppa í finalu á næstkomandi Olympisku leikir, út í frá gongdini á teimum 4-5 seinastu meitarastevnunum á heimsstøði (her vælsagtans OL og HM). Superdraktirnar gera tað trupult at meta um kravdu tíðir á 2012, men meiningin er altso at finna kravtíðir sum eru javnt harðar fyri allar greinar.
Fysiologiska teoriin sum Paulus Wildeboer brúkar, er tann sum belgiski professor Jan Olbrecht lýsir í bókini “The Science of Winning“. Ein tankagongd sum í høvuðsheitum byggir uppá at byggja upp rátt úthaldni og ráa ferð í grundfasuni, fyri síðani upp undir kapping at avbalansera hesar báðar dygdir optimalt.
Jan Olbrecht er hann sum uppfann T30-testina, eisini kallað ‘hálvantímatestin’. At svimja so langt sum gjørligt upp á 30 minuttir, tí at eitt optimalt úrslit har merkir, at tú hevur svomið so gott sum nágreiniliga á sýrugrensuni. You’ve got to love him for that ! 🙂