Hesin postur er “noda nummar 3000” á svimjing.com, sum merkir at vit hava stovnað tilsamans 3000 frásagnir, bloggupostar og líknandi, síðani heimasíðan fór á netið tann 1. mars í 2007. Rættiliga rámandi, so verður grein nummar 3000 skrivað upp undir HM í Dubai í 2010, har fyrstu postar vórðu skrivaðir upp undir HM í Melbourne í 2007.
[fyrsta mynd á www.svimjing.com]
www.svimjing.com/node/1 var tá tann 3. mars í 2007 um hvussu Oyggjaleikir á Rhodos 2007 møguliga fóru at gerast síðstu Oyggjaleikir hjá SSF, hóast góð úrslit á undanfarnu Oyggjaleikum í Hetlandi. Hetta tí at luttøkukostnaðurin var lutfalsliga stórur og vaksandi, samstundis sum at skipanin við Oyggjaleikum annaðhvørt ár viðførdu sveiggj, har íðkararnir tóku sær av løttum tey ár tá ið Oyggjaleikir ikki vóru. Onkur hevði roknað út, at hvørt heiðursmerki í Hetlandi kostaði føroysku svimjingini 45.000 krónur. Og mett varð tá í 2007, at tað fór at kosta umleið 300.000 krónur at senda 20-22 fólk til Rhodos, í mun til 32.000 krónur at senda 11 fólk til NJM í Finnlandi í desember 2006, og 25.000 krónur at senda 4 fólk til EJM á Mallorca.
Hesar umstøður eru eftir mínum persónliga tykki ikki broyttar nógv, út yvir at føroyska svimjingin við hjálp av øðrum tiltøkum hevur mennt seg nógv. Oyggjaleikir eru enn so nógv tað dýrasta tiltakið á skránni hjá Svimjisambandi Føroya, um enn prísurin per heiðursmerki lækkaði rættiliga nógv á bæði Rhodos og Álandi, so hvørt sum svimjararnir kláraðu seg betri og betri. Luttøkan á Oyggjaleikum er í dag mest av sentimentalum orsøkum, hóast at ítróttarliga menningin er fingin nógv bíligari við regluligari luttøku á DÅM, DM, NMU, NJM, EJM, EM og HM, umframt á øðrum stórum stevnum sum Reykjavík International og Køge Open.
[Ein onnur mynd frá mars 2007]
Pál og føroysk svimjing sum heild var meira ella minni tað ‘leverpostej’, tá ið 2007, sum danski juniorlandsliðsvenjarin Michael Hinge minntist aftur til á EJM í Beograd í 2008, tá ið Pál við trimum gullheiðursmerkjum gjørdist mest vinnandi juniorur har á harrasíðuni. Men man kann væl ikki annað enn siga, at vit vuksu við uppgávunum, við fyrstu føroysku luttøku á heimsmeistarastevnu í Melbourne, Oyggjaleikaluttøku á Rhodos, NJM her heima á vetri 2007, HM í Manchester á vári 2008, luttøku á donskum meistarastevnum og aðrastaðni inn í millum, og so endiliga EJM í Beograd á sumri 2008.
Og vit hava mennt okkum enn meira, til í dag at eiga ein sum kann gera seg galdandi á HM í Dubai, og eitt lið sum alt annað líka skal til Oyggjaleikir á Isle Wight at forsvara at vera ikki bara besta svimjitjóð í Oyggjaleikahøpi, men eisini at vinna so nógv heiðursmerki fyri Føroyar, at vit kanska aftur har verða besta ítróttartjóð á Oyggjaleikum. Hetta síðsta gerst eftir míni meting ikki uttan svimjararnar, við tað at teir á Álandi áttu annaðhvørt gull í hylinum, og 21 av teimum 34 gullheiðursmerkjum sum føroyingar vunnu í øllum ítróttargreinum á Álandi tilsamans.
[Ein triðja mynd frá mars 2007]
Tað kann tí væl ikki undra nakran, at tað hevur verið stuttligt at rikið hesa heimasíðu. Tað er gingið bara uppeftir, saman við føroysku svimjingini og Páli Joensen, til hendan privata heimasíðan í dag hevur stabiliserað seg til at hava umleið 300 dagligar brúkarar ein friðarligan dag, og upp um 2000 tá ið harðast leikar á – hóast hon bara dekkar eitt lítið øki av lítlu Føroyum. Afturat sjálvari síðuni kemur alt tað eyka sum verður vitjað á YouTube og Flickr og Facebook og so framvegis; umframt tað fyri svimjingina vælsagtans týdningarmesta, at tað sum stendur her verður lisið av føroysku fjølmiðlunum, sum eftirhondini eru heilt hampuliga raskir at bera tíðindi sum svimjing.
Endamálið hevur allatíð verið tað, sum við minimalum broytingum hevur staðið ovast á forsíðuni, : “At gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti”.
Eg haldi at vit eru væl á veg til at røkka hesum máli 🙂
One thought on “Tíðindi nummar 3000”