Hóast hann við sínum 31 árum væl er við at vera liðugur sum úrvalssvimjari, so er Darren Mew ikki at kimsa at, tá ið tað kemur til bringusvimjing á Isle of Wight. Hann eigur enn bretsku metini í 50 bringusvimjing á lang- og stuttgeil, ávíkavist 27.44 og 26.72, og oyggjaleikametini í 50 og 100 metra bringusvimjing, 28.25 og 1:02.99 frá leikunum á Isle of Wight í 1997.
Hann luttók á olympisku leikum í Sydney 2000 og Athen 2004, har hann í Sydney rakk finalu sum partur av brestu 4×100 blandað stafettini, og í Athen sum 100 metra bringusvimjari. Hann hevur luttikið á HM í 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2005, 2007 og 2008, har hann tilsamans rakk 7 finalum og vann 2 bronsuheiðursmerki. Commonwealth Games í 1998, 2002 og 2002, har hann rakk 6 finalum og vann 2 silvur og 2 bronsu. EM í 1998, 1999, 2000, 2001, 2002, 2006 og 2009, har hann rakk 14 finalum og vann 1 silvur og 6 bronsu. Og sum hann sigur her á sínari heimasíðu, so slapp hann at møta Princess Anne í 1997 🙂
Mew fer at svimja í øllum førum 50 og 100 metra bringusvimjing á Isle of Wight, har føroyska kappingin í 50 metra bringusvimjing verður Pauli Øssursson Mohr, og í 100 metra bringusvimjing Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr. Um vit hyggja at SwimRankings, so sær tað út til at hann fyribils hevur tikið sær av løttum í 2011, við tað at har bara eru 3 úrslit í 2011, harav bestu úrslit eru 29.64 í 50 bringu og 1:03.72 í 100 bringu. Í 2010 svam hann eitt sindur oftari, av eini og hvørjari orsøk bara á langgeil, við imponerandi tíðum 28.93 í 50 bringu og 1:03.16 í 100 bringu. Og fara vit aftur til 2009, so verður tað sovorðið óhugnaligt sum (stuttgeilatíðir) 26.76 í 50 bringu og 58.87 í 100 bringu.
Her verður futtur í, í bringusvimjingini, tá ið Mew skal verja æruna heima á Isle of Wight.