Puha, tey byrjaðu við at tær fýra Natalie Coughlin, Rebecca Sony, Dana Vollmer og Missy Franklin settu heimsmet í 4×100 blandað, 3:45.56 har metið hjá USA frá 2009 var 3:47.97, og har Coughlin samstundis setti amerikanskt met í fyrstu 100 rygg, við 55.97 í mun til hennara 56.08 frá Dubai í fjør. Og so gekk tað slag í slag, inntil endaliga støðan eftir fyrsta kvøld varð 93.5 stig til USA og 28.5 til Evropa.
Pál legði bragdliga fyri í teimum fyrstu 100 frí, við at føra fyrstu 150 metrarnar, tíð 52.75 eftir 100 metrum, og so dragna ógvusliga niður á 3. pláss eftir 200, 6. pláss eftir 250, 7. pláss eftir 300 og 8. pláss eftir 350. Síðstu 50 tók hann Dominik Meichtry aftur, og endaði so sum nummar 7 við 3:45.84, har tíðin hjá honum í Stettin í fyrru viku var 3:41.05.
USA varð nummar 1, 2 og 3 í teirri kappingini, tveir við 3:40 og 1 við 3:42. Síðani Glæsner nummar 4 við 3:43.40 (3:39.30 í Stettin), og so aftur ein amerikumaður nummar 5 við 3:43.61. Onkrar aðrar kappingar hava verið tættari, men tíverri eru sjálvt marginalarnir við USA, har amerikanski Brendan Hansen til dømis vann við 2 hundraðpørtum ímóti ungarska Daniel Gyurta, og har amerikanska Natalie Coughlin vann við 1 hundraðparti ímóti donsku Jeanette Ottesen.
Ungarska Katinka Hosszu vann 400 blandað, og tær báðar niðurlendska Ranomi Kromowidjojo og Francesca Halsall gull og silvur í 100 frí. Bretska Elizabeth Simmonds setti evropamet í 200 rygg við 2:00.83, aftanfyri ungu Missy Franklin sum svam 2:00.14, har hennara amerikanska heimsmet frá World Cup í Berlin í ár er 2:00.03.
Polski Kawecki vann silvur í 200 rygg, aftanfyri amerikanska Ryan Lochte og frammanfyri amerikanska Tyler Clary. Og Gyurta og Ottesen sum sagt silvur í ávikavist 200 bringu og 100 firvald, í báðum førum millum amerikumenn. Polski Konrad Czerniak vann bronsu í 100 firvald og Lotte Friis bronsu í 400 frí. Út yvir tað er tað reint borð til USA, kanska (vónandi) tí at Evropa ikki hevur haft nóg stóra virðing fyri ‘jet lag’.
Sí úrslitalistarnar her.
Súrt men satt …
I årets udgave af Duel in the Pool i Atlanta får de trætte europæere læsterlige klø af amerikanerne, der allerede fra første løb satte trumf på med en verdensrekord i kvindernes 4×100 meter medley.
Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen var med i den europæiske kvartet, der blev svømmet sønder og sammen af fire individuelle verdensmestre, Natalie Coughlin, Rebecca Soni, Dana Vollmer og Missy Franklin.
http://politiken.dk/sport/ECE1482487/em-svoemmere-faar-laesterlige-kloe-i-usa/
Sjálvt Matt ‘Bagel Boy’ Grevers svimur skjótt í kappingini. Hann endaði 4×100 blandað staffettin hjá USA og vann. Moralan má vera, at evropeiskir svimjarir muga proppa seg við grillstoktan ost :-S