Guðrun Mortensen vann í kvøld bronsuheiðursmerki fyri eftirskúla sín Berns, tá ið hon á vestdonsku meistarastevnuni í Århus svam teinin uppá 27.21, har Julie Levisen úr Aalborg svam 25.78 og Line H. Vestergaard úr Silkeborg 27.03. Guðrun eigur sjálv føroyska metið, sum er 26.04 frá tá ið hon vann gull á NJM í Íslandi í 2011. Alvi Hjelm svam seg við tíðini 1:07.46 til eitt 17. pláss í 100 metra ryggsvimjing, meðan føroyski danin Frans Johannesen svam seg til silvur í bæði 50 og 200 frí, við tíðunum 23.60 og 1:50.61, umframt at hann vann silvur sum partur av 4×50 blandað stafettini hjá Esbjerg.
Tey á Bernstorffsminde Efterskole gjørdu annars hesa skemtiligu video herfyri, sum aftursvar til eina aðra stuttliga video har Jeanette Ottesen varð (óoffisiellur) evropameistari í ‘turrsvimjing’, við nýggjum heimsmeti. Tey á Berns kalla avrikið hjá Guðruna fyri tangering av heimsmetinum hjá Jeanette.
Her er videoin við Ottesen