Ein rúgva av gulli afturat í Reykjavík

Føroyingar vunnu nógv heiðursmerki afturat í Reykjavík, tá ið síðsta umfar av innleiðandi riðlum varð avgreitt í morgun, og harvið síðsta umfar av unglingakappingini 14 og yngri á RIG 2015. Serliga Sára Ryggshamar Nysted skaraði framúr, við at í morgun at vinna 4 gull afturat, so at hon nú tilsamans hevur vunnið 8 gull í unglingakappingini, umframt 1 silvur og 1 bronsu í opnu kappingini.



Í 400 frí fyri kvinnur vann Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 4:49.14 gull í bólkinum 14 ár og yngri , meðan Cecilia Wigant Eysturdal við tíðini 4:46.50 var fimtskjótast í innleiðandi í bólkinum 15 ár og eldri. Tær báðar eru víðari til A-finalu seinnapartin.

í 200 blandað fyri menn vann Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 2:42.24 bronsu í bólkinum 14 og ár yngri, meðan Alvi Hjelm úr Ægir við tíðini 2:18.20 var næstskjótast í bólkinum 15 ár og eldri, og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag við tíðini 2:20.21 sjeyndskjótast. Alvi er víðari til A-finalu her.

Í 200 rygg fyri kvinnur vann Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 2:40.07 gull í bólkinum 14 ár og yngri, og 12-ára gamla Brynhild Johannesen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við tíðini 2:48.39. Signhild Joensen úr Ægir við tíðini 2:28.64 var næstskjótast í bólkinum 15 ár og eldri. Sára og Signhild eru víðari til A-finalu seinnapartin.

Í 100 rygg fyri menn var eingin føroysk luttøka.

Í 100 bringu fyri kvinnur vann Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 1:19.95 gull í bólkinum 14 ár og yngri, meðan Ásbjørg Hjelm úr Ægir við tíðini 1:17.01 setti nýtt føroyskt juniormet, og var skjótast í bólkinum 15 ár og eldri. Tær báðar svumu seg í A-finalu seinnapartin, meðan Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag og Hanna Lervig úr Reysta við tíðinum 1:27.76 og 1:30.31 svumu seg í B-finalu.

Í 200 bringu fyri menn vann Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 3:00.78 gull í bólkinum 14 ár og yngri, meðan Rani Jacobsen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag varð nummar 4 við tíðini 3:15.84. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag var við tíðini 2:37.21 skjótast í bólkinum 15 ár og eldri, og Rókur Trygvason úr Reysta fjórskjótast við tíðini 2:43.80, sum merkir at teir báðir svumu seg til A-finalu seinnapartin.

Í 100 firvald fyri menn var Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag við tíðini 1:00.03 triðskjótast í bólkinum 15 ár og eldri, meðan Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 1:03.35 var 8. skjótast. Teir báðir eru víðari til A-finalu seinnapartin.

Í 100 frí fyri kvinnur setti Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon við tíðini 1:00.17 vann gull í bólkinum 14 ár og yngri. Alisa Vestergaard og Lea Midjord eisini úr Suðuroyar Svimjifelag vóru við tíðunum 1:09.14 og 1:09.26 ávikavíst nummar 6 og 7. Í bólkinum 15 ár og eldri vóru Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir, Jana Thomsen úr Reysta og Signhild Joensen og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir ávikavíst nummar 7, 8 og 9 og 13, við tíðunum 1:01.99, 1:02.23 1:02.68 og 1:03.70. Sára og Victoria svumu seg í A-finalu, meðan Jana, Signhild og Cecilia svumu seg í B-finalu.

Í 200 frí fyri menn vann Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 2:20.86 gull í bólkinum 14 ár og yngri, meðan Óli Mortensen og Alvi Hjelm við tíðunum 2:02.69 og 2:03.69 vórðu ávikavíst nummar 3 og 5 í bólkinum 15 ár og eldri. Óli og Alvi eru víðari til A-finalu seinnapartin.

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 6 gull, 1 silvur og 1 bronsu í unglingakappingini í morgun, og kappast so seinnapartin um heiðursmerki eisini í opna bólkinum. Tey hava til og við í gjár sett eini 5 føroyskt met og 6 føroysk juniormet, umframt 2 juniormet afturat í morgun, og hava væl møguleika at royna eftir onkrum afturat í dag.

Vit dagføra so hvørt ein lista her, yvir heiðursmerki vunnin og met sett á RIG 2015.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.