OK, so royna vit aftur við onkrum svimjing-status-tingi. Havi sett ein kassa inn her í høgra síðubjálka, sum vísir øll boð á Twitter við frámerki #svimjing. Tað vil siga, at um onkur skrivar okkurt á Twitter við teksti “#svimjing” í boðunum, so sæst tað automatiskt her á www.svimjing.com. So fáa vit at síggja hvussu tað fer at spæla av 🙂
Tankin er, at fólk so lætt sum gjørligt skulu kunna senda boð til dømis frá fartelefonum av, til lesararnar her á www.svimjing.com. Til dømis á ferð gjøgnum Evropa, ella frá kantinum í onkrari svimjihøll. Tíverri eru flestu føroyingar á Facebook heldur enn Twitter, og funkan tí ikki heilt so uppløgd sum um hon var gjørd við hjálp av Facebook. Men soleiðis er tað nú einaferð … kanska eg ein dag finni eina líknandi loysn sum brúkar Facebook, ella kanska enn betur eina loysn sum er felags fyri báðar skipanir.
Continue reading Svimjing.com fingið Twitter shoutbox