Finis SwimSense telur tøkini fyri teg

Finis Inc lanserar nú “SwimSense Performance Monitor”, sum sambært teimum kann telja longdir og harvið strekki sum tú svimur, umframt tøkini í firvald, rygg, bringu og frí. Urið sær mun á greinunum við at týða rørslumynstrið, og goymir leypandi splitt-tíðir, ferð og líknandi, so at tú kanst greina venjingina á teldu aftaná, og hyggja at seinastu 14 venjingunum á sjálvum urinum eisini. Tað roknar leypandi út SWOLF- ella ‘svimjigolf’-skoruna eisini, sum er tíð + tøk fyri eitt ávíst strekki, sum er ein háttur at meta um hvussu effektiv tøkini eru. Urið kostar umleið 200 dollarar ‘over there’, og fæst nú frá www.finisinc.com.


Continue reading Finis SwimSense telur tøkini fyri teg

Pál aftur á Battle Camp í Potsdam

Pál Joensen fór í gjár til Potsdam í Týsklandi, at venja á næstu Battle Training Camp har. Hann er hesuferð einsamallur avstað, at venja saman við bestu týsku svimjarunum minus Biedermann frá 200 og uppeftir, umframt italiumonnum sum Pizzetti, Marin, Puche og Rossolino. Endamálið við Potsdam Battle Training Camp, er at fáa savnað nakrar av bestu evropeisku langteinarum til veruliga harða venjing, til at standa seg betri ímóti kraftsentrunum í USA og líknandi.

Svimjistjørnur forsvóvu seg vegna iPhone-feil

Nýggjastu iPhone dugdu eftir øllum at døma ikki at vekka í 2011, og Keri-anne Payne forsvav seg tí frá morgunvenjingini. Kate Haywood forsvav seg eisini, men náddi venjingina, og Dominik Meichtry mundi eisini forsovið seg, um ikki hann var so ‘heldigur’ at dáman hjá honum Jessica Hardy automatiskt vaknar tá ið sólin fer upp. Ranomi Kromowidjojo forsvav seg nærum frá ferð til Petra í Jordan, og Mark Foster hevði trupulleikar av tí 1. januar.

Oh no!!! My alarm didn’t go off?? What’s with that? Not a good start to the year – training missed!!!! Stupid iPhoneless than a minute ago via Twitter for iPhone

Continue reading Svimjistjørnur forsvóvu seg vegna iPhone-feil

Team Arena video um Hannah Miley

Fín video her við “Smiley Miley“, um hví at hon smílist, og hvussu tað er at venja rímiliga einsamøll har norðuri í Aberdeen. Hetta ljóðar kent: “It’s the swimmers’ choice if they want to move away to a performance center or not, but I’ve chosen to stay at home, just because I believe it is not about the facilities, it is about the quality of coaching, and the quality of coaching that I have got is superb.”

Kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin

Tíðindaskriv frá fyrireikarunum av Svimjihøllini á Oyrunum

Í oktober vóru fyrireikarnir av 50 m. svimjihylinum í Suðuroynni á fundi við allar borgarstjórarnir í Suðuroynni, har verkætlanin ”Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági” varð løgd fram.

Samstundis varð eisini latin kommununum umsókn um stuðul til verkætlanina. Søkt varð um 100 kr. pr. íbúgva í 2011 og somu upphædd í 2012, svarandi til umleið 1 mió. kr. samanlagt.

Á fundinum tóku borgarstjórarnir sera væl ímóti verkætlanini. Vit eru sera fegnir um at borgarstjórarnir og síðani kommunustýrini í oynni hava tikið so væl ímóti verkætlanini. Og nú kommunustýrini í oynni hava viðgjørt stuðulsumsóknina, er eisini greitt, at allar kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin.

Vit eru gleðast um at kommunurnar í oynni standa saman um eina fyri Suðuroynna og fyri Føroyar so týðandi verkætlan.

Fyrireikararnir

Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági

Beta-alanine betrar um sprint-evnini

Sum Alex Hutchinson sigur tað her á Sweat Science, so eri eg ikki tann stóri fan av kosttilskot til betring av ‘performance’. Men nýggj gransking bendir altso á, at beta-alanine betrar um anaeroba kraft og harvið sprintevni, serliga í ítróttargreinum sum taka millum 60 sekund og 10 minuttir. Sambært Hutchinson í tí ógvuliga eksklusiva klassanum av kosttilskotum sum til dømis koffein og kreatin, har tað er verulig tung vísind aftanfyri pástandin.
Continue reading Beta-alanine betrar um sprint-evnini

Lotte Friis verjir NTC

SwimNews.dk veit nú at siga frá prentaðu útgávuni av Ekstra Bladet, at Lotte Friis har verjir “det Nationale TræningsCenter”, og følir ágangin sum óbeinleiðis ákæru um at hon hevur valt skeivt. Hon sigur bart út at hon hevði ikki verði evropameistari og heimsmeistari um hon ikki hevði vant á NTC, og at hon elskar dagligdagin á NTC.

“Jeg tror ikke, jeg kunne have udviklet mig til den svømmer , som jeg er i dag, ved at blive i min klub. Ikke fordi der var noget i vejen med klubben eller træneren. Slet ikke. Men jeg savnede den daglige udfordring ved at blive presset af andre svømmere.”
Continue reading Lotte Friis verjir NTC

Wildeboer: Tit sabotera Lotte Friis

Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark biður nú um arbeiðsfrið til aftaná OL, so at møguleikarnir hjá Danmark at vinna heiðursmerki á OL ikki verða oyðilagdir. Sambært honum er rokið runt NTC mest destruktivur slatur frá egoistiskum venjarum úti í feløgunum, til at skapa eina negativa atmosferu runt NTC, so at bestu svimjararnir verða verandi úti í feløgunum. Eitt klandur sum sýgur so nógva góða orku, at møguleikarnir minka hjá Danmark, at vinna heiðursmerki á stóru altjóða meistarastevnunum. Lesið t.d. sporten.dk og eb.dk.

DSC01443
Continue reading Wildeboer: Tit sabotera Lotte Friis

Oussama Mellouli á Morning Swim Show

The Morning Swim Show tosar her við tunesiska Oussama Mellouli, heimsmeistari og olympiskur meistari í 1500 frí. Um at venja ‘old school’ (vælsagtans ‘metrar’) hjá Bill Rose á hæddarlegu, í mun til hjá Dave Salo har tey venja tað mesta við intensiteti. Um hvussu hann ikki var klárur til Pan Pacs, tí at hann hevði verið for óstøðugur við venjingini. Og um hvussu hann nú miðjar fram ímóti Dubai og Shanghai, uttan tó at hugsa um at taka heimsmet og líknandi.