Rytmiskur fimleikari, sum tíverri bara er olympisk grein fyri konufólk. Men kanska nú, eftir at avstralska sprintstjørnan hevur víst vegin, sum partur av avstralsku sjónvarpskappingini A League of Their Own 🙂
Tag: eamon sullivan
Sullivan í hyperbariskum kamari
Avstralski Eamon Sullivan vísti á Twitter í gjár til hesa mynd, har hann liggur í einum ‘hyperbariskum kamari’. Tað er stutt sagt tað øvuta av at fara í ilttelt til at simulera hæddarlegu, har iltnøgdin her verður vaksin til meira enn vanligt, tí at kroppurin tá skal lekjast skjótari. Eamon Sullivan hevur verið tiltikið ofta skaddur, millum annað opereraður í mjødnini fleiri ferðir, so tað er sikkurt okkurt sovorðið sum er orsøkin til at hann brúkar hetta nú.
Eamon Sullivan roynir seg (eisini) sum kokkur
Vit hava fyrr frætt at amerikanski Garrett Weber-Gale hevur matgerð sum sín stóra áhuga við síðuna av svimjing, enntá við egnari kokka-bloggu-síðu www.athleticfoodie.com. Nú roynir avstralski sprintarin Eamon Sullivan seg eisini sum kokkur, við blogguni eamoneats.blogspot.com, har fyrsta uppskrift er TACO’S AUSTRALIANO. Og tað er grundiga frá grundina av, við video av hvussu Eamon rullar út sínar egnu tacos og alt.
Hann hevur átt heimsmetið í 50 og 100 frí, og er (ella var) eftir øllum at døma ‘powered by Intel’ 😉
Sullivan hevur nú (eisini) brotið hælin
Avstralski stórsprintarin Eamon Sullivan er at rokna gjørdur úr porselen, nú hann hevur brotið mjødnina einar tvær ferðir, og annað eisini. Tað nýggjasta er at hann á venjingarlegu herfyri fekk ilt í hælin, fyri síðani eftir røntgen at fáa staðfest, at hann (hælurin) var brotin. Lesið her á swimnews.com.
Sullivan hevur ‘komplikatiónir’ eftir blindtarms-operatiónina
Avstralski Eamon Sullivan hevur ikki havt eitt serliga gott ár í ár. Fyrst ein fjórða skurðviðgerð í mjødnini, einaferð tíðliga í vár. Síðani avboð frá HM í Rom í summar vegna sjúku, sum BigPond News nú avdúkar var “stress-related”. Og síðani blindtarmin skornan burt í heyst, meðan hann var á hæddarlegu í Flagstaff.
Continue reading Sullivan hevur ‘komplikatiónir’ eftir blindtarms-operatiónina
Eamon Sullivan skal opererast í mjødnini
Avstralski sprintarin er kendur fyri at hava koma skjótt út til teir fyrstu 15, men hevur eisini fyrr havt trupulleikar av mjødnini. Er opereraður 3 ferðir í henni, og skal nú sambært SwimInfo skurðviðgerast fyri fjórðu ferð, har tey skulu umvæla eitt liðband og barbera ein ‘spora’ av beininum. Men venjarin Stoelwinder heldur fyri tað at hann kann koma aftur ‘um ikki sum tann sami, so sum ein betri’ 🙂
Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
Hann svimur nú 21.28 í 50 frí á langbana, har hann í gjár ‘bara’ svam 21.41 og Alain Bernard sunnudagin setti heimsmet við 21.50. Alexander Popov átti metið á 21.64 frá 1. juni 2000, áðrenn Sullivan byrjaði við 21.56 tann 17. februar í ár, eftir síðani desember 2006 at hava havt eina bestu tíð á 22.00. Øll metini hjá Sullivan og Bernard eru sett í nýggju Speedo LZR Racer draktini. Lesið her á SwimNews.
Continue reading Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
2 heimsmet sett í Avstralia í dag
Libby Trickett (fyrr Lenton) hevur sett langbana heimsmet í 100 frí hjá kvinnum við tíðini 52.88, og Eamon Sullivan hevur sett heimsmet í 50 frí hjá monnum við tíðini 21.41. Harvið eru nú 6 heimsmet sett á avstralsku úttøkustevnuni til OL, ella líka so nógv sum á evropeisku meistarastevnuni tilsamans. Lesið her og her á Swimnews.
Video av teimum 50 hjá Sullivan
Og av teimum 100 hjá Trickett
Venjarin um hví Sullivan nú er so góður
Tað er ikki draktin, men heldur tað at Sullivan varð sjúkur í januar, og tey tí fingu møguleika at seta ferðina niður og venja teknikk. Hetta sigur venjarin hjá Eamon Sullivan um hví hann (Eamon 🙂 nú knappliga er so skjótur.
Her er ein góð video við Sullivan ísv hansara roynd at sláa met í 100 frí …
Var Eamon Sullivan dopaður?
Almikið rok er nú serliga í Avstraliu, um at (amerikanski) Gary Hall Jr. hevur sagt at ‘fólk hava rætt til at verða misteinkilig um doping, tá ið tey síggja betringar sum hasar’. Hann sigur gott nokk eisini hann ikki persónliga heldur at Eamon Sullivan var dopaður, men tað lurta avstraliumenn ikki eftir beint nú. Eamon Sullivan setti herfyri heimsmet í 50 frí við tíðini 21.56, hóast hann annars ongantíð hevur verið undir 22 sekund. Lesið her á Timed Finals.