Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið hon á FM/JM 2015 svam teinin uppá 1:06.44. Hon átti sjálv juniormetið á 1:06.59, frá SuSvim stevnu í mars mánaða. Poula Øssursdóttir Mohr eigur føroyska metið á 1:03.78, frá FM í 2013. Sí úrslitalistan her.
Tag: FM 2013
Rok í hylinum
Aftaná almenni parturin av FM 2013 var avgreiddur byrjaði afturvendandi bardagin rundanum hylin, har svimjarir vístu snildi, styrki og ‘teamwork’. Til tey sum undrast í hvør kláraði at koppa formannin í hylin, so var tað Pál 🙂
Video frá morgun kappingunum í FM 2013
Allir riðlarnir frá morgun kappingunum í síðstu viku eru at finna her, skipað í tíðarrað. Nøvn á svimjarunum síggjast við at trýsta á “i” ovast til høgru í videorútinum.
Pál 1:03.00 og føroyskt met í 100 bringu, Markus 1:04.77 og juniormet
Pál Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni á FM/JM 2013 svam teinin uppá 1:03.00, har metið hjá Páli sjálvum frá SuSvim stevnu í mars 2011 var 1:03.90. Markus Joensen var næstur við nýggjum føroyskum juniormeti 1:04.77, har metið hjá honum frá stevnupartinum í morgun var 1:05.82. Sí úrslitalistan her.
Guðrun 57.62 og nýtt føroyskt juniormet í 100 frí
Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjárkvøldið nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing frísvimjing, tá ið hon í finaluni á FM/JM 2013 gjørdist føroyameistari við tíðini 57.62, har hennara met frá FM/JM í fjør var 58.31. Nú er heilt stutt niður til føroyska metið hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá kapping í Danmark í 2007. Sí úrslitalistan her.
Boð frá SSF um Arena draktirnar
Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Góðu tit øll
Sambært tíðindum hevur Arena valt at afturkallað nakrar framleiðslur av Carbon Pro svimjibuksum/draktum.
Hetta er sera óheppið her nakrar fáar dagar áðrenn FM/JM.
Svimjinevndin og starvsnevndin hava tí tikið hesa avgerð:
Allar draktir, ið hava verið brúktar í hesum kappingarárinum kunnu brúkast til FM/JM, óansæð um hesar eru afturkallaðar av Arena.
Frá 13. mai 2013 at roknað, verður ikki loyvt at brúka hesar afturkallaðu draktirnar.
Svimjisamband Føroya