Alvi 15:53.14 og gull í 1500 frí á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Alvi Hjelm megnaði í dag at vinna sær greitt gullheiðursmerki á Vestdanske Kortbanemesterskaber, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:53.14, har hin næstskjótasti svam 16:08.24 og triðskjótasti 16:09.65. Hetta var sikkurt eisini gull eisini í juniorbólkinum, við tað at Alvi hevur aldur til tess, og tey vist nokk geva heiðursmerki eisini til juniorar. Besta tíð hjá Alva er annars 15:35.56, frá NJM í Vaasa í fjør.

DSC01166

Guðrun Mortensen megnaði í B-finaluni í 100 frí at svimja teinin uppá 59.95, sum var næstbesta tíð í B-finaluni, og sjeyndbesta um man hyggur at tíðunum í A-finaluni eisini. Í innleiðandi hevði hon 11. bestu tíð 1:00.48, har 8 sloppu í A-finaluna. Besta tíð hjá Guðruna er 57.62, frá FM í vár.

Frans Johannesen hevði aftur í dag úr at gera, við at heinta heiðurmerki til barndómsfelag sítt Esbjerg. Fyrst var hann við til at vinna gull í 4×50 frí, saman við stórabeiggja sínum Sørin Martin, og síðani vann hann silvur í 100 frí, silvur í 200 bringu, og at enda eisini silvur í 4×100 blandað.

Guðrun 27.21 og bronsu í 50 frí á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

GuðrunGuðrun Mortensen vann í kvøld bronsuheiðursmerki fyri eftirskúla sín Berns, tá ið hon á vestdonsku meistarastevnuni í Århus svam teinin uppá 27.21, har Julie Levisen úr Aalborg svam 25.78 og Line H. Vestergaard úr Silkeborg 27.03. Guðrun eigur sjálv føroyska metið, sum er 26.04 frá tá ið hon vann gull á NJM í Íslandi í 2011. Alvi Hjelm svam seg við tíðini 1:07.46 til eitt 17. pláss í 100 metra ryggsvimjing, meðan føroyski danin Frans Johannesen svam seg til silvur í bæði 50 og 200 frí, við tíðunum 23.60 og 1:50.61, umframt at hann vann silvur sum partur av 4×50 blandað stafettini hjá Esbjerg.

Tey á Bernstorffsminde Efterskole gjørdu annars hesa skemtiligu video herfyri, sum aftursvar til eina aðra stuttliga video har Jeanette Ottesen varð (óoffisiellur) evropameistari í ‘turrsvimjing’, við nýggjum heimsmeti. Tey á Berns kalla avrikið hjá Guðruna fyri tangering av heimsmetinum hjá Jeanette.

Her er videoin við Ottesen

Alvi 4:01.37 og bronsu á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at vinna sær bronsuheiðursmerki á Vestdanske Kortbanemesterskaber í Århus, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:01.37, har besta tíð hjá honum er 3:58.52. Føroyski Frans Johannesen vann gull í somu grein, við tíðini 3:58.93, og í millum teir báðar Alva var so Anton Bromer sum svam 3:59.61. Alvi og Frans vunnu eisini bronsu í 4×200 metra frí, har teirra lið Esbjerg svam 7:43.57 aftanfyri Aalborg 1 á 7:26.28 og AGF 1 á 7:42.06, har Alvi sum fyrsti maður í stafettini svam 1:56.15, í mun til sína bestu tíð í 200 frí á 1:54.00. Í 50 frí svam Guðrun Mortensen seg víðari til finalu, við triðbestu tíð 26.96 aftanfyri Julie Levisen úr Aalborg á 25.94 og Line H. Vestergaard úr Silkeborg á 26.88.

DSC01166

Frans fekk 3 mánaðir fyri doping

Danska svimjisambandið kunnger í dag á heimasíðu síni, at dopingnevndin hjá danska ítróttarsambandinum hevur avgjørt at útloka føroyska Frans Johannesen frá allar kapping og venjing, í tríggjar mánaðir við afturvirkandi kraft frá 12. mai 2013. Hartil hevur dopingnevndin afgjørt at Frans skal kolldømast frá øllum einstaklingaúrslitum í tíðarskeiðnum 28. mars til 11. mai 2013.

Danska ítróttarsambandið hevur yvirlátið til danska svimjisambandið at avgera, um felagið hjá Frans so eisini skal frátakast sítt heiðursmerki frá donsku meistarastevnuni fyri lið hin 6. – 7. juli, har Frans hjálpti Esbjerg Svømmeklub til eitt bronsumerki. Og tey hava so mett út í frá praksis í liðítróttum, at Esbjerg ikki skal kolldømast fyri bronsuna, tá ið bara ein svimjari forbreyt seg.

Tríggir mánaðir eru sum kunnugt gingnir síðani 12. mai, og Frans er tí ikki í karantenu longur.
Continue reading Frans fekk 3 mánaðir fyri doping

Tíðindi í Útvarpi Føroya í dag um doping

Her niðanfyri er brot úr tíðindasendingini hjá Útvarpi Føroya á døgverða í dag, har undirritaði tosar við tey um doping. Eitt skriv er á veg frá Svimjisambandi Føroya; men stutti boðskapurin er at íðkarar mugu kanna eftir um nakað sum tey fáa í seg er á dopinglistanum, og at spyrja ein lækna um tit ivast.

DSC02951

(Team FO til dopingroynd í Debrecen)

Frans Johannesen tikin í at nýta ólógligan astma-heilivág

Danska Svimjisambandið kunnger nú í tíðindaskrivi at Frans Johannesen á Danish Open í mars mánaða varð testaður positiv í at nýta evnið Terbutalin, eisini kent sum astmaheilivágurin Bricanyl, ið er ólógligur at nýta um ein ikki hevur eitt sokallað TUE (Therapeutic Use Exemption) undantaksloyvi. Hann verður tí í fyrstu atløgu ikki at síggja á Mare Nostrum stevnunum, nú í næstu viku, meðan sakin verður kannað nærri av antidoping-stovninum hjá danska ítróttarsambandinum. Frans Johannesen er sum kunnugt føroyingur, sum vegna sín uppvøkstur í Danmark tó allatíð hevur verið roknaður sum danskur svimjari.

Tíðindaskrivið frá danska svimjisambandinum er soljóðandi:

Landsholdssvømmer testet positiv ved Danish Open

Svømmeren Frans Johannessen fra Esbjerg Svømmeklub er blevet testet positiv for det forbudte stof Terbutalin (benyttes blandt andet imod astma) i forbindelse med afholdelse af Danish Open i marts måned. Den umiddelbare konsekvens heraf bliver et afbud til de kommende ugers Mare Nostrum stævner i henholdsvis Barcelona og Canét.

Frans Johannessen vurderer selv, at den positive test skyldes astma-medicin, som han benyttede under Danish Open.
– Jeg er vant til at bruge en inhalator hver dag. Derfor skænkede jeg det ikke en tanke, at den nye inhalator som jeg benyttede under Danish Open, kunne indeholde et stof, som er forbudt, siger Frans Johannessen.
Continue reading Frans Johannesen tikin í at nýta ólógligan astma-heilivág

Sigma vann DMH 2013

So er endaúrslitið alment, Sigma vann bestu deildina í “Danmarks Mesterskaber for hold 2013”, í tøttum dysti ímóti Aalborg og Esbjerg. “Sigma Swim 1” fekk tilsamans 52776 stig, “Aalborg 1” 52559 og “Esbjerg 1” 52232 stig, meðan “VAT CPH 1” við einum sættaplássi akkurát helt seg yvir niðurflytingarstrikuni við 45094 stigum. Birita, Alvi og Frans fingu sostatt eitt bronsuheiðursmerki fyri stríðið, meðan Pál kann ergra seg um at hann allarhelst hevði gjørt munin til at Aalborg varð danmarksmeistari, og Magnus nokk í liðhøpi mest má gleða seg um ikki at flyta niður. Sí samlaðu støðuna her.

Birita 58.11 í 100 frí, Frans 49.66, Magnus 50.65

Birita Debes var fyrsti svimjari hjá Esbjerg, tá ið tey á “Danske Mesterskaber for Hold 2013” endaðu við 4×100 frí. Tíðin 58.11 er mær vitandi hennara besta tíð yvirhøvur, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 58.20 frá Ægir-stevnu í november. Stafettin hjá Esbjerg gjørdist nummar 3, aftanfyri Sigma og Aalborg.

Frans Johannesen svam skjótastu fyrstu 100 hjá monnum, tá ið hann í 4×100 frí svam fyrsta strekkið uppá 49.66, fyri Esbjerg sum eisini vann ta stafettina. Magnus Jákupsson var fyrsti svimjari hjá VAT, og megnaði hann har at svimja fyrsta strekkið uppá 50.65 sekund. VAT varð nr 7, Esbjerg nr 1, Sigma nr 2 og Aalborg nr 3.

Frans nr 2 í 400 blandað, Magnus nr 2 í 200 rygg

Frans Johannesen varð í morgun nummar 2 í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á DMH 2013 svam teinin uppá 4:15.65, har Viktor B. Bromer svam 4:11.90. Nakað seinni var hann fyrsti maður í 4×200 frí hjá Esbjerg, og kláraði hann tað í óføru tíðini 1:46.44.

Magnus Jákupsson varð nummar 2 við 1:59.07 í 200 metra ryggsvimjing, aftanfyri Andreas Schiellerup á 1:58.79. Áðrenn tað varð Magnus kolldømdur í 100 metra firvaldasvimjing, fyri at hava eina hond í vending.

Støðan

Tey eru nú um at vera liðug við “Danske Mesterskaber for Hold”, og støðan er at tað tætt í oddinum, har Sigma Swim 1 førir við 39976 stigum, Esbjerg 1 (við Frans, Biritu og Alva) er nr 2 við 39616 stigum, og Aalborg 1 nr 3 við 39605 stigum. VAT CPH 1 (við Magnusi) er nakað aftanfyri sum nr 5 við 34566 stigum. Sí svoem.org