Sjónvarpsrásin hjá SwimmingWorld.TV greiðir her frá hvussu svimjihøllin til OL í London 2012 tekur eitt sindur longri tíð at byggja enn vanligt, men tó verður klár til bretsku OL-úttøkustevnuna 3. – 10. mars 2012. Og so vita tey at siga frá, at evropeiska svimjisambandið LEN ikki hevur funnið nakran vert til EM á langgeil á vári 2012.
Tag: London 2012
Her eru kravtíðirnar til OL í London 2012
Altjóða svimjisambandið FINA vísir nú til fylgjandi “Qualifying times for London Olympic Games 2012“, ið eisini vísir herðingina av kravtíðum síðani OL í Sydney í 2000. Fyri okkum eru mest áhugaverdu kravtíðir nokk tær sum Pál skal klára í 400 og 1500 frí, á í øllum førum 3:58.01 og 15:45.12, og helst minst 3:48.92 og 15:11.83.
Continue reading Her eru kravtíðirnar til OL í London 2012
Danir halda at Pál kann heinta OL heiðursmerki í London
TV 2 Sporten hevði í kvøld eitt innslag við Pál Joensen, har útsendi fjølmiðlamaðurin og svimjiserfrøðingurin Michael Stærke lýsti Pál at vera “et af verdens største svømmetalenter”. Danski OL elitusjefurin Jesper Frigast Larsen greiðir her í sendingin frá hvussu tað ber til at Pál kann luttaka fyri Danmark til OL og annars fyri Føroyar í altjóða svimjing, og rósar eisini Páli við at siga at “for det første betyder det en medaljechance for kongeriget. Pál sjálvur sigur at málið fyrst og fremst er at koma í finaluna, har alt kann henda um hann kemur so langt, og at hann annars er glaður fyri á hendan hátt at fáa møguleika at kunna luttaka á OL.
Hardy er fangað í eini antidoping-ringrás
The New York Times skrivar her um amerikansku Jessica Hardy, at hon risikerar at ikki sleppa til OL í London í 2012, tí at ein regla hjá altjóða olympisku nevndini IOC frá 2008 ásetur, at íðkarar ikki sleppa við til næsta OL, sum hava verið í dopingkarantenu í meira enn 6 mánaðir. Hardy varð sum kunnugt dømd 2 ára karantenu, sum amerikanska antidopingnevndin so minkaði til 1 ár, í sambandi við doping upp undir OL í Beijing í 2008, sambært henni tí at hon hevði tikið okkurt dálkað kosttilskot. Hon hevur roynt at kæra avgerðina til Court of Arbitration of Sports (CAS), men er fyribils avvíst tí at hon ikki enn er úttikin til OL. Og har er so aftur trupulleikin, at amerikanska svimjisambandið ikki plagar at taka út íðkarar sum ikki fáa luttikið vegna dopingdóm … umframt at tey taka út so mikið seint, at eitt kærumál mest sannlíkt ikki nær at koma ígjøgnum áðrenn OL í London.
Continue reading Hardy er fangað í eini antidoping-ringrás
Árið í ár er tað týdningarmesta fyri OL 2012, sigur Sørensen
Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen fóru herfyri á 3 vikur langa venjingarlegu í Kolombia, formliga sum fyrireiking til HM á stuttgeil í desember, men í veruliganum til at eftirkanna hvussu tað riggar hjá teimum at venja og búgva í 2600 metra hædd. “Denne sæson er den vigtigste i forhold til OL. Det er nu, man skal teste sine forandringer og lave sine træningsskift. Man skal træffe de store beslutninger i år”, sigur danski sportsjefurin Lars Sørensen, um hetta at senda genturnar hægri upp enn tey nakrantíð hava roynt fyrr. Lesið her á sporten.dk.
Foster lagt fyrsta flisan í OL hylin 2012
Mark Foster slapp at leggja fyrsta av teimum tilsamans 180.000 flisunum í olympiska hylin í London, sum verður nú til OL har í 2012. Tey vænta at hetta nýggja Aquatics Centre verður klárt longu næsta summar, at testa á svimjistevnum har fram ímóti olympisku leikir. Foster er sum kunnugt fyrrverandi svimjari sum í tíðarskeiðnum 1993 til 2005 vann millum annað 6 HM-gull í 50 frí og firvald á stuttgeil, 11 EM-gull í somu greinum, umframt at seta heimsmet í greinunum rættiliga ofta. Les bedfordtoday.co.uk
Gongur framá við London 2012 Aquatics Centre
Onglendingar hava eitt frálíkt webcam her á london2012.com, har til ber at fylgja við byggingini av teirra “Aquatics Centre” til OL í London í 2012. Her niðanfyri er tað bara mynd av vevmyndatólinum hjá teimum í dag, men á teirra síðu ber til at trýsta á handan ‘play’ knøttin, og so síggja gongdina frá teir byrjaðu til nú.
Tað verða ongar eyka svimjikappingar á OL í London
Altjóða Olympiska nevndin IOC hevur í dag vrakað øll uppskot um at fáa eyka svimjikappingar við í skránna til OL í London í 2012, og svimjikappingarnar verða tí tær somu har, sum á undanfarnu fýra Olympisku leikum. Uppskot vóru annars um at fáa 1500 frí hjá kvinnum við, umframt 800 frí hjá monnum, og 50 metra kappingar í firvald, rygg og bringu. Men IOC hevur altso avgjørt at leggja einans boksing afturat skránna til OL í 2012, umframt at viðmæla at golf og rugby koma við í 2016. Les SwimNews.com
Phelps heldur áfram til 2012
Michael Phelps hevur nú kunngjørt at hann ætlar sær at luttaka á næstu olympisku leikum, í London í 2012. Sum so vælsagtans merkir, at vit fara at síggja hann á øðrum stevnum eisini, fram til tá. Í løtuni er hann á venjingarlegu saman við Navy SEALS.