Tað sær bara heilt gott út fyri Føroyar, nú fyribils startlistin er klárur at eftirmeta. Pál liggur til at vinna gull í 400 og 1500 frí, umframt eina bronsu í 200 frí. Kári J. á Høvdanum er seedaður til silvur í 50 rygg, og er eisini rímiliga nær teimum bestu til at kunna at vinna heiðursmerki í 100 og kanska 200 rygg. Restin liggur í lægra endanum, men møguliga kunnu tey pressa seg eitt sindur upp, nú vit eru á heimabana.
Startlistin liggur eisini á www.njm2007.com, og er annars sendur øllum limalondum at eftirmeta. Hann er tastaður inn (av mær) í einum, seigum strekki, so tað kann væl hugsast at har eru nakrar prentvillur og annað sum skal rættast komandi dagarnar.
Sigið endiliga frá um tit finna feil í startlistanum. Viðmerki her ella sendi teldupost til rokur [kurla] flot.info. Og jú, vit fara at rætta hatta har, at har stendur “Licensed to: Svimjifelagið Flot” niðast á listanum.
Ein svimjari sum okur eiga at leggja til merkis er Emma Löfgren-Bengtsson, ella sum hon eitur í startlistanum Emma Löfren-Bengtsson.
Ein framúr góður bringusvimjari. Löfgren ella Löfren 🙂
Frálíkt, eg havi rættað tað í WinGrodan. Tað sæst longu á LiveTiming, men eg bíði við at senda út ein nýggjan startlista til eg havi fingið allar rættingar.
http://livetiming.se/program.php?cid=62&session=1&type=STS&event=9
Eg sendi niðanfyri standandi tíðindaskriv til fjølmiðlarnar í nátt. Tit eru vælkomin at viðmerkja til tað eisini, serliga um tit síggja feilir ella halda at okkurt manglar. Eg mátti bara fáa tað avstað sum skjótast, og angri til dømis nú at eg ikki onkunsvegna fekk nevnt allar hinar føroysku luttakararnar eisini.
TÍÐINDASKRIV
Tað sær avbera gott út fyri Føroyar, nú allar tilmeldingar eru komnar til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing. Besta úrslit hjá føroyingum higartil var silvurheiðursmerkið hjá Elspu Mørkøre fyri tveimum árum síðani, men í ár liggur Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag til at vinna tvær gull umframt eina bronsu, í teimum trimum kappingunum sum hann luttekur í, umframt at Kári J. á Høvdanum sær út til at vinna silvur.
Stevnan er sum kunnugt á heimabana í ár, í høllini í Gundadali nú komandi vikuskifti 1. og 2. desember 2007. Fyrstu útlendingar koma til landið longu hósdagin, og sjálv kappingin byrjar so við einum braki leygarmorgunin kl 9:00, tá ið fyrst genturnar og síðani dreingirnir svimja um heiðursmerkini í 50 rygg. Tað er her at Kári J. á Høvdanum er styrkismettur til at kunna vinna silvur, og løtu seinni svimur Pál Joensen so 1500 frí, sum er tann kappingin har hann er mest vísur í at vinna gull.
Stevnupartarnir eru
Leygarmorgun 1. desember kl 09:00 – kappingar 1-12
Leygardag 1. desember kl 17:00 – kappingar 13-26
Sunnudag 2. desember kl 09:00 – kappingar 27-38
Allar kappingar verða avgreiddar sum ‘beinleiðis finalur’, sum merkir at hvør einstaka kapping (til dømis “50 frí”) verður avgreidd beinanvegin, heldur enn at tey sum á føroysku meistarastevnuni svimja innleiðandi um morgunin og finalur um kvøldið. Tað eru í mesta lagi 14 luttakarar í hvørjari kapping, og gongdin verður tí yvirhøvur, at har eru 1-2 veikari riðlar millum hvørja ferð at svomið verður um heiðursmerki.
Viðfesti startlisti vísur hvussu góðar tilmeldingartíðirnar eru hjá svimjarunum í hvørjari einstakari kapping, við besta svimjara ovast og veikasta niðast. Saman um tikið kann sigast at allir tríggir stevnupartar eru áhugaverdir fyri føroyingar, við tað at vit hava møguleika at vinna heiðursmerki í teimum øllum.
Meistarastevnan hevur sína egnu heimasíðu á http://www.njm2007.com, umframt at hon verður dúgliga lýst og kjakast um á heimasíðum http://www.svimjing.com , http://www.susvim.com og http://www.sport.fo. Sí til dømis http://www.svimjing.com/2007 /11/27/story/so-er-njm-startlis tin-klarur , har tað mest sannlíkt koma viðmerkingar um startlistan teir komandi dagarnar.
Ókeypis atgongd er til báðar dagarnar.
Fyri Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Eg haldi SSF má royna at dagføra FØ-metlistan áðrenn NJM.
Svimjarirnir toppa, og hugsast kann at fjølmiðlarnir brúka metlistarnar 🙂
Seinasta mánaðin eru fleiri met sett, sum ikki eru dagførd á metlistanum. Hvat er orsøkin ?
Rætt hevur tú Heri – metlistin eigur at dagførast, ongantíð ov skjótt.
Metlistin er nok “næstan” dagførdur, størsti trupuleikin er heldur tann at eingin virkin svimjinevnd er, og at eingin tekur sær av ssf.fo, og fyrr enn tað kemur í rættlag, so hómast eingin loysn á trupuleikunum.
Gev aftur gætur at har mest sannlíkt koma rættingar til hann í leypi av degnum í dag
http://livetiming.se/program.php?cid=62
Sí http://www.svimjing.com/2007/11/29/story/njm-2007-startlisti-naesta-utgava